Sigfríður Clementsen heldur neyvan fram

38 ára gamli Sigfríður Clementsen verður helst ikki ábyrgdarmaður í HB í 2012.

 

Tá Kringvarp Føroya spurdi hann eftir tapið fyri KÍ í Gundadali í gjár, um hann heldur fram sum venjari, svaraði hann stutt og einfalt, at tað væntar hann ikki.

 

Sigfríður Clementsen tók við sum høvuðsvenjari í summar. HB var tá partur av stríðnum um niðurflyting. Úrtøkan undir Sigfríði Clementsen hevur verið soltin, og tað lukkaðist ongantíð at venda skútuni. Tað var heldur ikki fyrr enn í gjár, at føroyameistararnir vistu við vissu, at teir eisini spæla í bestu deildini næsta ár.

 

38 ára gamli Sigfríður Clementsen hevur roynt nógv sum fótbóltsvenjari. Hann vann føroyameistaraheitið, steypakappingina og víðari luttøku í Evropa, tá hann stóð við evstu ábyrgdini í B36 í 2005 og 2006. Hann hevur somuleiðis vunnið føroyameistaraheitið og steypakappingina sum venjari hjá EB/Streymi. Tað var í 2008. Í 2003 var hann venjari hjá ÍF, sum vann næstbestu deildina.

 

Seinastu árini hevur ikki hilnast eins væl. Hann var uppsagdur í EB/Streymi í 2009, hann var somuleiðis sagdur úr venjarastarvinum í B36 í fjør, og tað hevur heldur ikki riggað serliga væl sum venjari í HB í ár.