TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá HB, Sigfríður S. Clementsen, sum sá sínar menn, hóast teir stóran part av dystinum vóru ellivu ímóti níggju monnum tapa 2-3 ímóti B36, og harvið samanlagt 3-4 í hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.
Sigfríður S. Clementsen viðgongur, at tað er ein ótrúliga tóm kensla at uppliva nakað slíkt, og hann staðfestir, at lagið í umklæðingarrúminum hjá HB var ógvuliga langt niðri aftaná gylta møguleikin at koma í steypafinaluna var spiltur.
Høvuðsvenjarin hjá HB viðgongur, at HB hevur tað tungt í hesum døgum, og nú mugu menn í arbeiðshandskarnar fyri at venda gongdini. Tað, at bæði málini hjá HB máttu koma frá einum verjuspælara sigur eisini nógv um trupuleikarnar HB hevur í álopinum hjá sær, staðfestir Sigfríður S. Clementsen.
Um málsetningin fyri landskappingina slær Sigfríður S. Clementsen fast, at tað altíð er málið hjá einum so stórum felagi, sum HB at vinna FM-gull.