Sigfríður og teir vístu meistaraverk í Gundadali

Dabo skoraði bæði málini, tá ið EB/Streymur vann 2-1 á útivølli ímóti B36, sum ikki megnaði at vinna úrtøku, hóast heimamenninir vóru meiri á bóltinum

EB/Streymur er á veg úr Gundadali við trimum stigum. Úrslitið ímóti B36 var 2-1. Gestirnir vóru frammanfyri 1-0 eftir fyrra hálvleik.

 

Boubacar Dabo var stóri maðurin hjá EB/Streymi. Hann skoraði bæði undan steðginum og aftur í seinna hálvleiki. B36 minkaði fram ímóti dystarenda um munin til 2-1, tá ið Mattias Hellisdal smekkaði til av brotsteigarmarkinum, og bólturin umvegis bein í verjuni fór í málið. So royndi heimaliðið at spenna álopsbogan, men talan var ongantíð um upplagdan málmøguleika, og so endaði tað 2-1 til EB/Streym.

 

Talan var um fínt taktiskt avrik. Sigfríður C. Clementsen hevði fyrireikað sínar menn í EB/Streymi øgiliga væl. Teir vóru í klassiskari 4-4-2 útgávu. Jens Erik Bruhn í høgru og Virgar Jónsson í vinstru arbeiddu ógvuliga nógv á miðvøllinum, har Tóki H. Johannesen og Mórits Heini Mortensen vóru sentralir. Símun Kalsø var raskur á vongverjanum í vinstru og Meinhard Debes Geyti í høgru, og miðverjarnir Mikkjal Hellisá og liðformaðurin Andras Ó. Olsen vóru óførir bæði í taklingunum, og tá ið bólturin varð sendur innfyri, ráddu teir í luftspælinum. Jóannes Davidsen var tryggur millum stólparnar og ikki minst, tá ið hann leyp fram úr málinum.

 

Og so vóru tað Búi Egilsson og Boubacar Dabo, sum støðugt bjóðaðu av og hóttu heimaverjuna. Tølini siga, at B36 var væl meiri á bóltinum. Heimaliðið hevði 12 royndir á og framvið EB/Streyamálinum, og B36 vann 15 hornaspørk. EB/Streymur hevði fýra royndir á og við síðuna av heimamálinum, og EB/Streymur vann seks hornaspørk.

 

Men tað var EB/Streymur, sum streyk avstað við øllum stigunum. Dabo var fyrstu ferð upp á spæl tíggju minuttir undan steðginum, tá ið Mórits Heini Mortensen átti uppleggið, og tíggju minuttir eftir steðgin økti Dabo um munin til 2-0, tá ið hann eitt sindur úr vinstru í brotsteignum smekkaði bóltin í málið eftir upplegg frá Virgar Jónsson, sum er komin fyri seg aftur eftir at hava verið skaðadarvaður.

 

EB/Streymur er í kvøld á fimta plássi við 10 stigum, og B36 er á fjórða plássi við 13 stigum.

 

Fríggjadagin fer EB/Streymur til Sørvágs, og B36 fer at spæla á heimavølli ímóti FC Suðuroy.

 

 

 

B36 – EB/Streymur 1-2 (0-1)

 

0-1: Boubacar Dabo

 

0-2: Boubacar Dabo

 

1-2: Mattias Hellisdal

 

Dómari: Alex Troleis

 

B36: Silas Eyðsteinsson – Símun Sólheim, Bogi Reinert-Petersen, Mattias Weihe Joensen, Rói Hansen – Marius Kryger Lindh, Mattias Hellisdal, Filip Djordjevic, Ragnar Samuelsen, Hannes Agnarsson – Pætur J. Petersen

 

EB/Streymur: Jóannes Davidsen – Meinhard Debes Geyti, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Símun Kalsø – Jens Erik Bruhn, Tóki Johannesen, Mórits Heini Mortensen, Virgar Jónsson – Búi Egilsson, Boubacar Dabo