Leirvíksleiðin
Siglingin hjá Strandferðsluni var ikki meiri enn komin í rættlag eftir verkfallið hjá Skipara- og Navigatørfelagnum, so hevur ein nýggj ósemja tikið seg upp sum eisini er ein hóttan ímóti siglingini um Leirvíksfjørð.
Strandferðslan hevði ætlað at økja túratalið um Leirvíksfjørð so at Dúgvan kom at sigla ein túr afturat á miðdegi, umframt at hon skuldi sigla longri út á kvøldið.
Tilsamans skuldi hon sigla einar 900 túrar fleiri um Leirvíksfjørð um árið, enn hon hervur gjørt higartil.
Men fyri at tað skuldi lata seg gera, hevur ta verið neyðugt at seta eina manning afturat umborð á Dúgvuna, so at tað hereftir verða tríggjar manningar knýttar at skipinum, higartil hava tað verið tvær.
Strandferðslan sigur, at hetta er neyðugt fyri at tað skal bera til at halda reglarnar um hvíld til manningarnar.
Fakfeløg nokta
Men hetta vilja fakfeløgini ikki góðtaka.
Øll tey trý feløgini, sum hava manning umborð á Dúgvuni, hava boðað Strandferðsluni skrivliga frá, at tey góðtaka ikki ætlanina hjá Strandferðsluni.
Tey trý feløgini eru Skipara- og Navigatørfelagið, Maskinmeistarafelagið og Starvsmannafelagið.
Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, sigur, at hendan nýggja skipanin, sum Strandferðslan ætlar at seta í verk, er ikki umfatað av sáttmálanum.
?Tað stendur eisini í sáttmálanum, at verða munandi broytingar settar í verk, kann tað bara gerast eftir samráðingar við fakfeløgini, men tað er ikki gjørt í hesum føri.
Fakfeløgini siga, at tey fara ikki at góðtaka nýggju ferðaætlanina hjá Strandferðsluna uttan at tað er gjørt eftir samráðingar við feløgini, men sum støðan er í løtuni, eru tey ikki so frægt sum kunnað um ætlanina.
Feløgini boða tí frá, at inntil feløgini og Strandferðslan eru samd um broytingarnar, fara tey at nokta manningini á Dúgvuni at sigla eftir nýggju ferðaætlanini so at hon bara fær loyvi at sigla, sum hon plagir eftir gomlu ferðaætlanini.
Ellintur Abrahamsen sigur, at tann nýggja ferðaætlanin er ein stór broyting frá tí, sum manningin er von við.
? Skulu tríggjar manningar umborð á Dúgvuna, hvørvur øll yvirtíðin og tað fer at merkja ein munandi lønarniðurskurð hjá manningini.
-?Vit hava tískil biðið Strandferðsluna um samráðingar um støðuna. Fáa vit ikki tær samráðingarnar, kann hvat sum helst henda, sigur hann, uttan at hann útgreinar tað nærri.
? Vit skulu hava semju um nýggju vaktarskipanina, samstundis sum lønin hjá manningini skal skerjast minst møguligt, sigur Ellintur Abrahamsen.
Hann heldur, at verður arbeiðið skipað øðrvísi, kundi tað borið til at hildið reglurnar um hvíld, hóast siglt verður meiri.
Fyri gerðarrætt
Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at Strandferðslan hevur fullan rætt at gera, tað, hon hevur gjørt.
? Vit hava eisini lagt broytingarnar fyri manningina á Dúgvuni og samskift við hana um nýggju ferðaætlanina, so tann partin av sáttmálanum hava vit hildið.
? Strandferðslan hevur rætt at tulka sáttmálan, sum vit gera og vit hava ikki gjørt annað, enn tað, vit hava heimild til eftir sáttmálanum.
Hann sigur, at málið er eisini lagt fyri Fíggjarmálastýrið, sum hevur gjørt sáttmálan og har eru tey samd í, at Strandferðslan hevur rætt at seta broytingarnar í verk og meiri ætlar hon ikki at gera við málið.
?Er ósemja um, hvussu sáttmálin skal tulkast kann málið leggjast fyri ein gerðarrætt, sum so kann taka støðu, sigur Reidar Nònfjall.