Fyrrverandi X Factor-luttakarin Sigmund Trondheim, sum hevur føroysk ættarbond, kann nú upplivast sum gøtutónleikari á Strøgnum í Keypmannahavn.
Ekstrablaðið skrivar, at fríggjadagin spældi Sigmund fyri fyrstu ferð á kendu gongugøtuni í danska høvuðsstaðnum.
– Eg hevði ikki so nógv annað at gera, so eg hugsaði hví ikki. Tað gekk avbera væl. Fólk klappaðu og góvu mær pengar. At enda stóðu eini 50 fólk og lurtaðu, sigur Sigmund við Ekstrablaðið.
Sigmund ætlar sær at royna seg aftur sum gøtutónleikari í næstu viku, tá ið Pride tiltak verður í Keypmannahavn.