Í vikuliga podcasti sínum, »Helt væk med Hemmingsen«, hjálpa Anders Hemmingsen og fólk hansara lurtarum at finna ymiskt, sum tey hava mist burtur.
Anders Hemmingsen hevði hesa vikuna Sigmund Trondheim sum gest í podcastinum, og saman við Sigmundi Trondheim varð tosað við fleiri fólk, sum høvdu skrivað inn og spurt um hjálp at finna fólk, djór o.a.
Millum annað er Clara ein av teimum, ið tørvar hjálp at finna ein drong, sum hon kallar “Ikea-fyren”. Hon greiðir nærri frá, soleiðis at Anders Hemmingsen og hansara fólk kunna hjálpa henni at finna hann.
Sigmund Trondheim tosar um, hvussu ofta hann hevur verið í býnum ella út onkrastaðni og hevur møtt onkrum fittum fólki, sum hann ikki fær fatur á aftaná, tí hann ikki minnist hvør tey eru ella hvussu tey eita. Hann hevur tosað við Anders Hemmingsen um hetta og greiðir frá, at hann var í býnum eitt vikuskifti, har hann møtti einum flottum drongi.
– Eg møtti bara tí flottasta dreymaprinsinum, hann var líka sum eg men meira prúður og brúnur, og ordiliga blond… men eg minnist ikki, hvussu hann eitur, sigur Sigmund Trondheim. Hann minnir eitt sindur um Frederik Nonneman frá Vild med Dans, hann er eisini flottur, »totalt husband-material, hann elski eg!
Hann forklárar víðari, og biður flotta drongin skriva til sín á instagram. Sigmund Trondheim saknar at hava ein sjeik. Honum dámar eldri drongir og vil hava onkran, sum kann taka sær av honum, sum hevur stýr á tingunum, sigur hann.