Sigmundur í Dali: Var við í donsku mótstøðurørsluni móti týskarum

Fyri kortum doyði Sigmundur í Dali. Tað serliga við honum er, at hann var við í donsku mótstøðurørsluni, tá Danmark varð hersett av týskarum undir krígnum. Tí eigur hansara søga at varðveitast

1. partur

Tað er kanska eitt sindur løgið, at meðan tað er fitt skrivað um før­oyingar, sum fóru í kríggj fyri Hitler, so er ikki nógv skrivað um teir, sum bardust ímóti honum.
Men tað vóru fleiri føroyingar, sum vóru við í donsku mótstøðu­rørsluni móti týska hervaldininum. Nakrir, sum koma í hugan, eru Karl Nolsøe úr Vági, Elias, sonur Onnu og Olaf Johansen í Havn og Mourentius Poulsen frá Ljósá. Tað var ikki lítið dirvi hesir menn vístu. Vórðu teir tiknir av týskarum kundu teir fáa deyðarevsing.
Ein teirra var Sigmundur í Dali, sum kanska er seinasti av hesum mót­støðumonnum.
Tað er so heppið, at søgan hjá Sig­mundi er til. FF-blaðið fekk hana niðurskrivaða fyri 10 árum síð­ani við hjálp frá bróðursoninum Snæ­bjørn í Dali. Søgan er eisini um fleiri beiggjar Sigmund, og lá teirra partur ikki eftir í hesi søk.

Hersetingin
Sum kunnugt vóru bæði Føroyar og Danmark hersett undir seinna heimsbardaga. Føroyar av bretum og Danmark av týskarum. Tann bretska hersetingin av Føroyum varð roknað sum vinarlig. Í Dan­mark vóru týskarar frá byrjan av møttir av eini samstarvshugaðari politiskari skipan, meðan vanliga fólkið frá fyrsta degi var ímóti týsk­arum. Danska fólksliga mótstøðan sást aftur í eini støðugt vaksandi mót­støðurørslu, sum móti endanum av hersetigini minti meira um eitt rættiligt kríggj. Takkað verið hesari mótstøðu varð Danmark aftaná kríggið viðurkent sum eitt av teim­um sameindu londunum, sum høvdu bast týska ræðustýrinum.

Til Danmarkar í studentaskúla
Sigmund í Dali fór 17 ára gamal í 1935 til Danmarkar á studentaskúla í Birkerød. Hetta var, áðrenn tað var møguligt at taka studentsprógv í Føroyum.
Í 1938 tók Sigmund studentsprógv frá Birkerøds Statsskole og flutti aftur til Føroya. Hann arbeiddi tá eitt stutt tíðarskeið hjá Vilhelm Niel­sen í Havn.
Sigmund hevði kortini betri hug at fáa sær víðari útbúgvng og flutti tí í 1939 aftur til Danmarkar, har hann fór at lesa stødd-, evna- og alis­frøði.

Fekk starv á Geodætisk Institut
Men tá Týskland hertók Danmark, broyttist so mangt, og hetta árvirk­aði eisini Sigmund. Í 1942 søkti hann tí um starv á Geodætisk Insti­tut. Har fekk hann arbeiði sum hjálpar­maður í sambandi við land­upp­mátingar, sum stovnurin gjørdi ymsa staðni í Danmark.
Sigmundi dámdi væl arbeiðið á Geodætisk Institut, og hann var tí verandi í hesum starvi eftir at kríggið var av. Í hesum arbeiði kláraði hann seg so mikið væl, at í 1948 stóð honum í boði at lesa til land­mátara á donskum offiser­skúla. Sigmund var liðugur við út­búgvingina í 1951, og varð tá settur í fast starv á Geodætisk Institut.
Eftir kríggið arbeiddi hann bæði við hernaðarligum og sivil­um uppgávum. Hann var í fleiri tíðar­skeiðum við í uppmát­ingar­verk­ætlanum í Grønlandi, Íslandi, Kanada og í Føroyum.
Fleiri av arbeiðsuppgávunum høvdu samband við kalda kríggið, sum tók seg upp í fimtiárunum. Frá 1947 til 1949 arbeiddi Sigmund ymsa staðni í Grønlandi. Sumr­ini 1951-52 var hann við í uppmát­ingar­arbeiði, sum varð gjørt í Thule í Norðurgrønlandi. Í hesum sam­bandi skuldi eisini gerast upp­mátingararbeiði í Kanada, og tí var Sigmund eitt skifti eisini í Kanada og arbeiddi.
Í 1954 var Sigmund sendur til Før­oya at gera landuppmátingar. Hetta arbeiði varð gjørt í sambandi við eina hernaðarliga navigatiónsstøð, sum var sett upp á Núgvuni sunnan fyri Sornfellið. Fleiri slíkar støðir vóru settar upp í hesum tíðarskeiði, t.d. eisini í Skotlandi.
Sigmund minnist, at meðan teir arbeiddu við verkætlanini á Núgvuni, løgdu teir til merkis, at eitt russiskt skip lá trúfast stutt úr landi vestanfyri. Tá Sigmund boð­aði myndugleikunum frá hesum hvarv skipið. So her var ongin ivi um ørindini hjá russiska skipinum.
Tá hernaðarstøð seinni var bygd á Sornfelli og í Mjørkadali, var tíðin farin frá støðini á Núgvuni.
Í 1957 flutti Sigmund við húski aftur til Føroya, og var settur í starv á Matrikulstovuni. Har starvaðist hann til hann í 1979 var 60 ára gamal. Tá setti Sigmund á stovn egið virki, nevnt Geodata.

Týskland hertekur Danmark
Tá Danmark var hersett av týsk­in­um í 1940 vóru fleiri systkin hjá Sig­mundi stødd í Danmark. Sum so mangir aðrir føroyingar sluppu tey ikki aftur til Føroya, fyrr enn kríggið var av. Systkini, sum vóru í Danmark undir krígnum vóru Marjun, Svanhild, Páll og Jens.
Hildibjartur, bróður Sigmund, sigldi við donskum skipi, tá kríggið brast á. Hetta skipið varð tikið av enska herflotanum í Ermasundi, tá ið Týskland hertók Danmark. Hildibjartur sigldi tí øll krígsárini við hesum skipi, sum tá var rokn­að at vera partur av bretska her­flot­an­um. Kona Hildibjart, Beata, búði í Keypmannahavn øll krígsárini. Hon frætti onki frá manninum fyrr enn kríggið var av, og livdi tískil í stórari óvissu øll krígsárini.

Jens í Dali hjálpti jødum undan nasistunum
Jens í Dali, bróður Sigmunds, las til landmátara á Land­búnaðar­há­skúl­anum í Keypmannahavn, tá Danmark var hersett. Hann búði til leigu hjá eini danskari jødafamilju í Brønshøj. Her komu tey at merkja fylgjurnar av týska politikk­inum. Jødarnir fingu leingi frið í Danmark. Hitler royndi at fáa tað at síggja út, sum um danska her­set­ingin var fyrimyndarlig, har sjálvt jødar skuldu hava frið. Óndar tungur søgdu, at Danmark var ”Hitlers kanariefugl”, t.v.s. ímyndin at eini vinarligari herseting.
Men hesa vøkru mynd fekk mót­støðurørslan forpurrað. Í oktober 1943 gav Hitler boð um at taka donsku jødarnar. Hetta førdi til eina umfatandi bjargingarætlan, har danir í stórum tali hjálptu jødum yvir til Svøríkis, har teir kundu vera tryggir. Hetta tiltak bjargaði eisini flestu donsku jødunum.
Jens í Dali kendi tað eisini sum sína skyldu, at hjálpa familjuni, sum hann búði hjá. Hann fekk í samstarvi við mótstøðurørsluna skipað so fyri, at tey kundu flýggja við báti um Oyrasund til Svøríkis.
Hetta var kortini óvanliga tungt hjá hesi familju. Tey høvdu eitt barn, sum bara var nakrar fáar mán­aðir gamalt, og hildið var ikki ráðiligt at hava lítla barnið við á vandafullu ferðini um Oyrasund. Jens og syskin hansara lovaðu tí jødafamiljuni, at tey skuldu taka sær væl av hesum lítla, og tey lov­aðu eisini at fáa teimum barnið um Oyrasund til Svøríkis so skjótt, hetta var gjørligt.
Jens var búgvandi í húsunum, og seinni varð skipað so fyri, at lítla barnið í øllum góðum kom vegin fram til foreldur síni í Svøríki.
Men stutt eftir at jødarnir vóru flýggjaðir, kom nýggjur leigari at búgva í húsunum, har Jens búði. Og tá tað vísti seg, at hesin nýggi leigarin gjørdi alt fyri at hjálpa týsk­arunum, gjørdist hann ein stórur trupulleiki hjá mongum. Tá mót­støðurørslan eisini metti hann at vera vandamiklan, varð hann skotin á gøtuni í Keyp­manna­havn. Hetta var ein sokallað stikkara­likvi­der­ing.
Í 1942 varð Sigmund trúlovaður danskari gentu, Ritu, sum seinni gjørdist kona hansara. Rita er fødd í 1926, uppvaksin í Keypmannahavn. Foreldur hennara høvdu tað so mikið rúmsátt, at tey høvdu fólk búgvandi til leigu. Teimum dámdu serliga væl føroyingar, og tí høvdu tey í mong ár ungar fø­roy­ingar búgvandi í heim­in­um. Hetta vóru føroyingar, sum vóru í útbúgv­ingar­ørindum í Keyp­manna­havn. Við síni umsorgan fingu tey bæði stóran týdning fyri mangar ungar føroyingar, sum leitaðu sær til Danmarkar at fáa sær útbúgving. Hetta gjørdi seg ikki minst galdandi undir krígnum, tá føroyingar mistu mest sum alt samband við foreldur og familju í Føroyum.

Sigmund verður virkin í mótstøðurørsluni
Sigmund kom í 1944 at búgva hjá verforeldrunum, og tá ið hann flutti inn til teirra kom hann at kenna Karl, beiggja Ritu.
Karl hevði tá í rúma tíð verið virkin í donsku mótstøðurørsluni. Hann var nú limur í einum mót­støðu­bólki, sum nevndist 1944 eftir árinum, hann var stovnaður.
Tá Sigmund frætti um hetta, boðaði hann Karli frá, at hann var hugaður at fara uppí stríðið ímóti nasismuni.
Karl hevði samband við leiðsl­una í 1944, og hann lovaði at bera boð­ini víðari. Í juli 1944 varð Sig­mund boðin á fund í eini íbúð í Bella­høj. Á hesum fundi vóru fleiri limir í 1944. Millum teirra var leiðarin, sum var kendur fyri serligt dirvi í donsku mótstøðurørsluni. Í mót­støðu­rørsluni var hann bara nevndur Knud, hóast hetta ikki var rætta kristna navn hansara.
Á hesum fundi fekk Sigmund greið boð um at halda alt virksemi í mótstøðubólkinum loyniligt. Hann skuldi í mótstøðuarbeiði ikki brúka sítt sanna navn. Hann skuldi brúka navnið Hans Andersen. Tískil fekk Sigmund eitt falskt pass frá bólkinum. Tað skuldi hann altíð hava uppi á sær, tá ið hann arbeiddi fyri bólkin.
Í hesum virksemi var neyðugt at kenna so fá sum gjørligt, um nakað skuldi hent. Týskarar og teirra donsku hjálpar­menn vóru sera effek­tivir at fáa kroyst nøvnini á feløg­um burtur úr teimum, sum teir fingu hendur á. Tí ráddi um at vita minst um sam­starvs­felag­arnar. Teir vóru van­liga einans eini 4-5 mans í hvørjum undir­bólki.

Umfatandi mótstøðu­virksemi
Virksemið hjá 1944 bólkinum var rætti­­liga umfatandi. Ein uppgáva var at spreingja í luftina mál, sum kundu vera týskarum at gagni. Fyrstu ferð, bólkurin rættiliga gjørdi vart við seg, var, tá teir royndu at spreingja høvuðsstøðina hjá donsku handlangarunum hjá týsk­­arum, Schalburgkorpset, í luft­ina við øllum, sum inni var. Hetta eydnaðist tó ikki, hóast teir fingu beint fyri nøkrum av landa­svíkj­arunum.
Men hendan atsóknin stuðlaði tó uppundir fólksligu mótstøðuni móti týskarum, sum kom í hæddina við ”folkestrejken” á sumri 1944. Men tað vóru eisini nógvar aðrar uppgávur hjá mótstøðurørsluni. Ein var blaðútgáva, ið sum frá leið kom at fáa størri týdning hjá 1944. Tað fingust ikki eftirfarandi tíðindi frá vanligu fjølmiðlunum, sum í veruleikanum strektu seg langt, enntá sjálvbodnir, fyri at tekkjast týskum áhugamálum.

Tá tað var ólógligt at skriva sannleikan
Skuldi fólkið kunnast rætt, mátti tað henda við illegalu pressuni. Tað var ein hópur av illegalum bløð­um givin út. Og bólkurin 1944 gav eisini út blað, sum kallaðist 1944. Men hetta varð gjørt við teirri mest primitivu útgerð sum hugsast kundi, nevniliga duplikatorum. Teir vóru hentir á eini skrivstovu, men vóru ser illa egnaðir til stórar prent­uppgávur. Hóast hetta eydnaðist at prenta eini 665.000 eintøk av hesum blaðnum, sum bert var eitt av illegalu bløðunum undir her­set­ingini. Tað var nú ikki heilt vanda­leyst heldur at býta bløðini út, tí her var jú talan um ólógligt virksemi. Teir lærdu, at tá teir í húsum við fleiri hæddum skuldu býta bløð út, skuldi byrjast í erva. Tá var lættari at sleppa til rýmingar um nakað varð áfatt.
Av øðrum uppgávum kunnu nevn­ast, at mótstøðurørslan hevði brúk fyri bilum. Teir vistu, at jød­arnir áttu bilar, sum stóðu ónyttir eftir at teir vóru farnir av landin­um. Teir í 1944 syrgdu fyri at fáa rænt hesar bilar, so teir kundi koma mót­støðurørsluni til nyttu.

Politikararnir
mótarbeiddu
Í hvussu er fyrstu árini vóru tað nógvir av leiðandi politikkarunum, sum beinleiðis mótarbeiddu mót­støðurørsluna. Eftirmaðurin hjá Stauning sum forsætismálaráðharri frá 1942, Vilhelm Buhl, mælti enntá fólki til at siga myndugleikunum frá, um teir kendu onkran í mót­støðu­rørsluni. Hetta kundi føra til tann vissa deyða. Hetta hava nógv mótstøðufólk havt ringt við at gloyma politisku leiðarunum í eftirtíðini.

Leiðarin Knud
Leiðarin í bólkinum 1944 var hin ungi listlesandi Ib Mogens Bech Christensen. Tað bar ikki til av trygd­arorsøkum at nýta sítt egna navn, og tí varð hann kend­ur sum Knud. Hann fekk eitt fram­úr gott ummæli av teimum, sum kendu hann. Sagt varð, at hann var “en fremragende leder, idealistisk, handlekraftig, retlinet, kompromisløs og modig”. Ein onnur styrki fyri 1944-bólkin var, at hann varð roknaður fyri at vera fullkomiliga ópolitiskur, og kundi arbeiða uttan politiskt fyrilit. Júst tann politiska ávirkanin kundi seta iva við trúvirðið hjá øðrum størri bólkum. Bólkurin 1944, og harvið Knud sjálvur, fingu ta viður­kenning beint eftir kríggið, at tá danska frælsisrørslan varð boðin at luttaka á norska tjóðardegnum 17. maj 1945 gjørdist tað 1944, sum kom at umboða alla donsku mót­støðu­rørlsuna, hóast 1944 langt frá var tann størsti av teimum donsku bólkunum. Tað verður ikki hildið, at tað vóru stórt fleiri enn 100, sum vóru við í bólkinum. Hetta vóru ung fólk. Meira enn helvtin av lut­takarunum vóru undir 30 ár.
----------


Ib Mogens Bech Christensen
f. 27-3-20 d. 25-4-45
PÅ GRYETS TÆRSKEL
In memoriam

Vi drømte en drøm om frihed
og ret til at leve vort liv.
Men tysken spærred os vejen:
I dømmes til had og kiv!

Jeg vil, at de trodsens soldater,
som ofred sig hedt og rødt
og døde for jernhælens trampen,
skal ikke forgæves ha´ blødt.....

Så duk din nakke for magten
og bliv, hvad du dømtes til...
Du ejede modet og trodsen
det djævelske stærke: Jeg vil!

Du rejste dig stærk mod strømmen,
og der gik brag, hvor du stod.
Vi drømte en drøm om frihed.
Du ofred den drøm dit blod.

Jeg vil, at det land som skæbnen
skænked os til lån,
skal renses for nazi-pesten,
skal fries fra spot og hån.

Alt gryede dagen i øster
til ve for den nidske gift.
Alt sejrens rune var risted
på blået med gylden skrift.

Da gav du dit liv for troen.
I soldagens første skin
du maatte bøje mod jorden
dit stridige korsfarer sind.

Vi kender til døden dit håndtryk;
din tro ubønhørlig og streng
har fyldt vore sørgende hjærter,
du stærke trodsige dreng.

Jørgen Vibe