Signar á Brúnni er lærari og varð valdur á ting fyri Tjóðveldisflokkin á fyrsta sinni á løgtingsvalinum 7. november í 1970, tá hann einans var 25 ára gamal.
Hann hevði tikið læraraprógv á Føroya Læraraskúla árið fyri, í 1969. Fyrstu árini starvaðist hann sum lærari á Strondum og frá 1973 sum lærari við Fuglafjarða Skúla.
Signar á Brúnni var løgtingsmaður øll sjeytiárini til løgtingsvalið í 1980. Hann varð afturvaldur í 1984 og sat sum løgtingsmaður til 2002, tá hann ikki stillaði uppaftur.
Signar á Brúnni var landsstýrismaður í orku-, umhvørvis-, og skúlamálum í 1989, í skúla-, mentanar- og umhvørvismálum í 1989-91 í umhvørivs-, orku- og kommunumálum í 1993-94 og í undirvísingar- og mentamálum frá 1998-2000.
Nakað eftir at Signar gavst í politikki, varð hann spurdur, um hann vildi loysa av sum skúlastjóri í skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík eitt skifti, til nýggjur stjóri skuldi setast. Hann tók við hesum starvi, og tá stjórastarvið varð lýst leyst, vóru boð eftir Signari um at søkja starvið. Tað gjørdi hann, og hann fekk starvið, sum hann røkti til hann gavst fyri aldur í 2012.
Signar hevði eftirnavnið Hansen til hann fyrst í nýtiárunum tók sær navið »á Brúnni« - hann er av brúgvaslagnum í Fuglafirði. Hann er sonur Siggu f. Poulsen, sum doyði í barsilssong, tá Signar varð føddur, og Jógvan Hansen á Støðini. Tey vóru bæði úr Fuglafirði.
Signar giftist 7. august í 1971 við Gunnvør Skipanes. Hon er fødd á Skipanesi 22. juli í 1951. Signar og Gunnvør eiga børnini David, Marin og Jógvan Andreas.