Løgreglan heldur kortini tætt at kroppinum og fer enn ikki at siga nakað um motivið aftan fyri skottilburðin.
Seks fólk vórðu í gjárkvøldið send á sjúkrahúsið eftir ein skottilburð í miðbýnum Gävle í Eystursvøríki.
Nú sigur løgreglan í Svøríki, at illgruni er um, at gerningsmaðurin í málinum er ein 13 ára gamal drongur.
Fýra av ofrunum liggja framvegis á sjúkrahúsinum, og tvey eru send heim. Eingin hevur lívshættisligan skaða, skrivar SVT eftir tíðindafund við løgregluna í Svøríki.
Ein innleiðandi kanning av drápsroynd og álvarsligum vápnabrotum er í gongd.
Tann 13 ára gamli drongurin, sum er undir illgruna fyri brotsverkið, varð handtikin nærhendis brotsstaðnum og varð avhoyrdur í dag.
Enn er ógreitt, um hann verður verandi í varðhaldi hjá løgregluni.
– Sosialu myndugleikarnir hava ábyrgd, sigur kanningarleiðarin Karin Wessén.
Tey, sum vórðu rakt av skotum, eru ung vaksin, harav ein ella fleiri eru undir 18 ár, upplýsir løgreglan.
Øll eru búsitandi í Gävle, har skottilburðurin fór fram, ella í grannakommunum.
Ikki komu nógvar upplýsingar út á tíðindafundinum um júst hvussu skottilburðurin fór fram.
Millum annað vil løgreglan ikki siga, um illgruni er um, at gerningsmaðurin hevur samband við ofrini.
Løgreglan noktar eisini at svara, um illgruni er um, at skottilburðurin hevur bandasamband.
Tey vísa á, at kortini eru hildin tætt at kroppinum fyri kanningarinnar skuld, men nokta samstundis, at talan er um yvirgangsbrotsverk.
- Eg vil ikki siga nakað um motivið, men vit hava eina lutfalsliga greiða mynd av tí, sigur Karin Wessén.
Eftir skottilburðin í gjárkvøldið hevur forsætisráðharrin í Svøríki, Ulf Kristersson, reagerað við stúran. Í einum uppslagi á sosiala miðlinum X sendir hann sínar tankar til skotoffrini og avvarðandi teirra og onnur í býnum, sum "hava vaknað við døkkum yvirskriftum og kenna angist og ótta".
- Løgreglan ger nú alt hon kann fyri at fáa greiðu á, hvat hendi, fáa tey seku fyri rættin og skapa tryggleika og ró, skrivar Kristersson.
- Óansæð hvat liggur aftanfyri, so vísir tað, hvussu týdningarmikið tað er, at vit halda fram við umfatandi umskipanini av politikkinum at endurreisa trygdina í samfelagnum, skrivar forsætisráðharrin.