Fyri at skapa álit á rættartrygdina hevur Signar á Brúnni saman við Tjóðveldisflokkinum valt, at hann skal fara úr landsstýrissessinum vegna tey brot á hansara embætisførslu, løgtingsgrannskoðarnir vísa á.
Sambært løgtingsgrannskoðarunum hevur Signar á Brúnni uttan lógarheimild játtað SvF pening til lønir á sumri 1999, tá SvF var í gjaldførisneyð.
Signar á Brúnni fer úr landsstýrissessinum við teimum treytum, at ein óheftur kanningarstjóri verður settur at kanna málið til fulnar. Landsstýrismaðurin metir seg sjálvan at vera púra ósekan.