Greiðar ábendingar eru um, at Signar á Brúnni, áðrenn dagurin er liðin fer úr landsstýrissessi sínum.
Sosialurin skilir á fleiri løgtingslimum úr flestu flokkum, at uppskot um misálit á landsstýrismannin verður reist á tingfundinum seinnapartin.
Løgmaður og landsstýrið ynskja ikki, at málið skal fara so langt, at tað verður til eitt tingmál, og tí vil løgmaður hava spuringin, um Signar á Brúnni skal fara frá, avgreiddan áðrenn tingfunin. Tískil kann roknast við, at landsstýrismaðurin antin sjálvur biður um at verða loystur úr landsstýrissessinum áðrenn fundin, ella at løgmaður heitir á hann um at fara úr sessinum.
Sosialurin hevur skilt, at landsstýrismaðurin fyribils fer úr sessinum, meðan ein óheftur kanningarstjóri kannar málið. Spurningurin er so, um tað eru løgtingsgrannskoðararnir, ið hava borið seg skeivt at, ella tað er landsstýrismaðurin.
Steðgur er í løtuni í landsstýrisfundinum, meðan Tjóðveldisflokkurin viðger spurningin innanhýsis.