info
Ongi úrslit

Signe flytur av landinum

Kvinnulandsliðið: Leikluturin hjá Signe Pries Andersen er broyttur, eftir at hon er flutt av landinum

Tróndur Arge
12. juli 2024 kl. 11:44

Leikluturin hjá landsliðsvenjaranum hjá kvinnulandsliðum, Signe Pries Andersen, er broyttur. Hon er flutt av landinum og kemur nú bara at taka sær av kvinnulandsliðnum restina av 2024.

Upprunaliga skuldi Signe Pries Andersen verða landsliðsvenjari og hava dagligt arbeiði á Fótbóltsdeildini hjá FSF, har hon skuldi at samstarva við feløgini um menning av gentu- og kvinnusíðuni sum heild.

Hetta innibar, at hon saman við familjuni flutti til Føroyar. Tey hava nú ynskt at sleppa aftur til Danmarkar av persónligum áðum. Hon hevur tó í sinni at halda fram sum landsliðsvenjari og tað hevur Fótbóltssambandið fyribils gingið henni á møti við.

- Eg kann vátta, at Signe og familjan eru flutt av landinum aftur, og at leikluturin hjá henni er broyttur. Vit halda tað er skilabest, at hon heldur fram sum landsliðsvenjari restina av árinum, meðan vit í Fótbóltssambandinum finna útav hvussu vit best loysa hesa støðuna, sigur Pætur S. Clementsen, ið ikki avvísur at Signe Pries Andersen kann halda fram sum venjari.

- Tann avgerðin er ikki tikin, so tað er ein møguleiki. Vit hava avtalað at tosa aftur eina ferð í heyst. Fyrst skulu vit umrøða, um vit skulu halda fast við at ein landsliðsvenjari skal búgva í Føroyum, ella um tað finnast aðrar góðar loysnir, sigur Pætur S. Clementsen.

Kvinnulandsliðið skal spæla móti Montenegro í Nations League í dag klokkan 16.45.

Mest lisið hesa vikuna

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

7. november kl. 19:00

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Nations League: Niðurlond og Ísland vunnu stórsigrar

1 tími síðan
Fótbóltur

Tað verður fullsett á Tórsvølli

2 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

2 tímar síðan
Hondbóltur

Skanderborg hevur tapt níggju av tíggju dystum

2 tímar síðan
Fótbóltur

Mánadagin verður finala á Tórsvølli

3 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Neistin tapti við sjey málum

4 tímar síðan
Tíðindi

Veggjalist í Føroyum fær altjóða umrøðu

4 tímar síðan
Hondbóltur

Viborg vann stórsigur í EHF European League

5 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Moldova vann á Kasakstan í okkara bólki

5 tímar síðan
Tíðindi

Samgongan vil bíða við at yvirtaka løgregluna

5 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Jólabýurin í SMS

7 tímar síðan
Fótbóltur

Jákup verður á miðvøllinum

7 tímar síðan