Nógv eru tey, sum líta á hesi orð, tí tað er bispur, ið hevur sagt tey, og tí hann endurgevur Luther. So er spurningurin, um vit uttan víðari skulu góðtaka hetta. Ella kunnu vit loyva okkum at seta spurningin: Er tað soleiðis sum bispur sigur?
Vit kundu hugsað sum so, at um bispur ikki sigur satt, man Gud so ikki fara at bera yvir við teimum, sum hava trú bispi og soleiðis latið seg villleitt, men mótsatt er tað úti við einum, sum letur seg villleiða. Hetta er so álvarsamt í mínum eygum, at eg vil ikki lata eina tílíka útsøgn frá bispi fara framvið, ósvaraða.
Tað eru tveir hættir at lesa bíbliuna uppá. Annar er at fara til bíbliuna við einari fastlagdari meining frammanundan. Tað kann t.d. vera at ein lesur fyri at síggja at katekismus er røtt. Tá ein lesur á hendan hátt ber til at fáa alt burturúr, tí finnast eisini í dag so nógvar ymiskar sektir.
Hin hátturin lesast kann á, er at fara til bíbliuna við opnum sinni, og lesa fyri at fáa at vita, hvat bíblian lærir og hevur at siga okkum menniskjum.
Út frá bíbliuni er tað ikki satt, at dópurin virkar syndanna fyrigeving, ei heldur er tað satt at trúgv á dópin gevur einum menniskja lut í hini ævigu sælu. Í Nýggja Testamenti lesa vit, at tað er bara ein vegur til frelsu fyri okkum syndarar og tað er við trúgv á Jesus Kristus son Guds. Hetta verður sagt okkum uml. 200 ferðir.
Hetta bræv er ætlað teimum, sum líta seg á ta følsku vón, at dópurin frelsir menniskju. Er onkur í iva, so lesi hann sjálvur Nýggja Testamenti; sjálvt tann einfaldasti kann á hendan hátt læra Gud og Frelsuveg Hansara at kenna. Bert hann lesur við opnum sinni, og ikki frammanundan hevur avgjørt, hvat bíblian skal siga honum.
Mikkjal K. Thomassen
Egholmstrøð 16 kj.
100 Tórshavn