Ísraelski herurin hevur í nátt dripið leiðaran í deildini hjá Hamas í Suðursýria, Ahmad Muhammad Fahd.
Tað sigur herurin sambært tíðindastovuni Reuters.
Sambært herinum hevði Fahd ábyrgdina av álopum móti hermonnum, skrivar Times of Israel.
Sambært herinum varð hann "elimineraður, meðan hann legði til rættis enn eitt yvirgangsálop".
Sambært fjølmiðlunum varð álopið framt við stríðsflogførum í Suðursýria.
Palestinska vápnaða rørslan hevur ikki viðmerkt hetta enn.
/Ritzau/