Skála: - Tað er næstan so, at bara eg hoyri eitt orð sum byrjar við U, so hugsi eg um umhvørvið!
Orðini eigur ein av ídnu næmingunum í 6. og 7. flokki við Skála skúla, og sum vunnu føroysku útgávuna av Lego League-kappingini. Í Danmark gjørdust tey næstbest, og leygardagin gongur leiðin til USA at luttaka í eini kapping millum luttakarar úr øllum heiminum.
Í hesi verkætlanini hava tey arbeitt við alternativari orku og hava sjálvi víst á, hvussu ein kann umseta hetta til veruleika, og hvussu tann einstaki kann gera nakað fyri náttúruna og umhvørvið.
Orð sum hitapumpur, útlát, alternativ orka, sólfangarar, alduverk, vindmyllur og fleiri ruddingardagar eru nøkur av orðunum, sum verða havd ofta á lofti, hesa løtuna, tá Sosialurin vitjaði næmingarnar í báðum flokkunum fyrrapartin í gjár.
- Vit vita nú meiri um orku og umhvørvið enn hvat vit vistu áðrenn. Um vit sjálvi ger nakað við tað fyrst, so fara onnur vónandi eisini at gera tað sama.
- Á henda hátt kunnu vit øll gera okkara til, at verja náttúruna og umhvørvið. Her kunnu vit øll gera mun, ljóðar samfelda svarið frá næmingunum.
Ein av ítøkiligu uppskotum teirra er, at kommurnurnar skipa fyri fleiri ruddingardøgum og at tey sjálvi minnast til at sløkkja hitan í teirra egna sovikamari, tá tey fara í skúla.
Hóast tey í kappingini itu »Junior Kids« er eingin ivi um at tey hugsa sum vaksin, tá tað snýr seg um vernd av náttúru og umhvørvi!
Úr hjarta og heila
Hóast tey ikki beinleiðis hava lagt størstan dentin á orku og umhvørvi, so er eingin ivi um, at fyrireikingarnar til kappingarnar hava gjørt nakað við øll hesi ungu skálafólkini.
Ein fær beinanvegin varhugan av, at hetta við orku og umhvørvi ikki bert er nakað sum tey hava lisið seg til ella latið sær siga:
Hetta er nakað sum tey hava tikið at hjarta sínum. Og hetta er uttan iva nakað, sum tey framyvir vilja stríðast fyri.
Teirra hægsta ynski er, at tey sjálvi, tað einstaka skálafólkið og tann einstaki føroyingurin gera sítt til, at føroyska náttúran og umhvørvið verða varðveitt í framtíðini. Og at myndugleikarnir ikki gloyma tað.
Í arbeiðinum við verkætlanini hava tey funnið fram til tað, sum tey sjálvi kunnu gera. Og hvussu týdningarmikið tað er, at ein ikki bíðar við hesum til í morgin.
- Man sær ofta plastikkposar liggja og flóta í náttúruni. Men hugsar nakar um, at tað tekur náttúruni 100 ár at eta ein slíkan plastikkposa upp?, sigur ein næmingur.
Ein annar er skjótur at leggja aftrat: - Ja, hvør hugsar um, at tað eisini tekur langa tíð hjá náttúruni at eta eitt bananskal!
Myllur larma og geva streym
Í samband við verkætlan sína, hava tey gjørt eitt modell av eini vindmyllu og sólkyknum sum geva streym og orku til eitt hús og eina vatnmyllu.
Júst hetta við teimum alternativu orkukeldunum tykist vera nakað, sum tey veruliga hava arbeitt nógv við. Teirra sannføring er, at tær fýra vindmyllurnar í Neshaganum hinumegin fjørðin kundu verðið enn fleiri.
- Tað snilda við hesum myllunum er, at tær geva streym, tað kostar bert at seta tær upp og so geva tær einki CO2-útlát. Bara myllurnar í Neshaganum geva 6 % av allari streymnýtsluni.
- Tað er heilt sikkurt, at vit kundu havt fleiri slíkar myllur runt alt landið. Eg meini – alt ger mun, greiðir ein av gentunum frá.
Ein drongur á aftasta beinki er skjótur at leggja aftrat:
- Tað einasta keðiliga við vindmyllunum er, at tær larma nokkso nógv. Men standa tær úti í haganum, so hoyrir eingin tær!
Í teirra hugaheimi er hetta vegurin fram – stórar og nógvar vindmyllur, sum kunnu veita fólki streym og orku.
- Fyri okkara skuld kundi ein bara fylt Lítlu Dímun við vindmyllum. So hevði verið nóg mikið av streymi til rættiliga nógv fólk, ljóðar eitt av uppskotunum frá einum av yngru næmingunum í flokkinum.
Skilt boðskapin
Vindorkan er bert ein av møguleikunum sum hesir ídnu og skilagóðu næmingarnir hava sett seg inn í:
Hitin frá sólini og teir sonevndu sólfangararnir, eru eitt annað viðkomandi evni.
- Ein kundi gott sett nógv fleiri sólfangarar upp á húsini. Hetta gevur streym og hevur einki CO2-útlát. Og so kostar tað einki at brúka tað.
- Eg haldi ikki, at tað sær so ljótt út at hava slíkt á húsunum. Eg ætli mær sjálv at fáa slíkt uppá míni hús, tá eg einaferð komi so langt, sigur ein av yngru gentunum í flokkinum.
Hini í flokkinum flenna eitt sindur, - ikki eftir hugskotinum, men meiri eftir tí, at henda gentan veruliga hevur skilt hvussu nógv tann einstaki kann gera fyri umhvørvið.
Sólfangarar á klæðunum
Tað finnast longu slíkir sólfangarar í teirra nærumhvørvi, bæði á Skála og í Skálafirði. Men henda gentan sær eisini heilt aðrar møguleikar í sólfangarunum.
Hon greiðir hinum í flokkinum frá, at ein kundi til dømis havt slíkar sólfangarar uttan á jakkanum ella í keppinum. So kundi ein løtt eitt battarí upp við hesum, og brúkt tað í telduni ella onkra aðrastaðni.
- Tað snilda við tí er, at tá ein sær at battaríið er við at tømast, so má ein útum fyri at ganga sær ein túr.
- Á henda hátt ger ein brúk av alternativari orku, samstundis sum ein ger ein innsats fyri at fáa fríska luft, sigur henda sera skilagóða gentan í 6. flokki.
Gera uppreistur á Skála
Vakra føroyska náttúran hevur eisini verið ein partur av arbeiðinum í hesi verkætlanini. Í teirra verð má alt gerast fyri at náttúran og umhvørvið vera varðveitt.
At tað ikki er so allastaðni, fáa tey besta dømið um úr heimbygdini, har skipasmiðjan eftir teirra tykki er ein umhvørvisbumba av rang.
Ein onnur slík bumba liggur ikki nógvar kilometrar frá teimum. Omanfyri Norðskála eru menn í ferð við enn eitt umfatandi arbeiði at útvega meiri vatn til Eiðisverkið.
Hóast roynt hevur verið at mótmælt, og undirskriftir verða savnaðar inn ímóti at vakrar áir hvørva og verða turrlagdar, er helst lítið sum bendir á, at alt hetta fer at fáa nakra ávirkan á arbeiðið.
Men varð ein líknandi ætlan løgd fram á Skála, høvdu næmingarnir í 6. og 7. flokki helst gingið frammarlaga í mótmælunum ímóti øllum ætlanum við so stórum avleiðingum fyri náttúruna og umhvørvið í heimbygdini.
- Tað hevði verið rættiliga rotið um allar áirnar her á Skála blivu burtur – og alt kanska hevði mint meiri um eina oyðimørk í okkara vøkru bygd, sigur ein næmingur.
Ein annar næmingur er skjótur at koma við síni viðmerking:
- Um nakar hevði torað at komið fram við einum slíkum hugskot her á Skála, so hevði tað heilt sikkurt blivið til uppreistur í bygdini. Og vit høvdu gingið á odda!, slær hann fast.
Við hesum er ávaringin givin víðari.
Á Rás2 í morgin
Í verkætlanini hjá 6. og 7. flokki við Skála skúla eru 12 næmingar.
Tey hava veruliga stríðst fyri at koma fram til hetta góða úrslitið, og hava tí uppiborið alla góða umrøðu í hesum sambandi.
Umframt hesa greinina, verða tey eisini at hoyra í morgunsendingini á Rás2 fyrrapartin í morgin.
Tríggjar kappingar
Næmingarnir í flokkunum báðum vóru teir sum vunnu kappingina, sum varð hildin á Føroya Tele í november mánaði í fjør. Liðið kallaðu tey Junior Kids.
Fyri henda heiðurin luttóku tey í eini tilsvarandi kapping í Danmark stutt eftir, og har gjørdust tey næstbest.
Nú liggur leiðin til Atlanta í USA, har næmingarnir skulu kappast ímóti ungdómi úr øllum 80 londum í døgunum 17. til 19. apríl.
Á heimasíðuni hjá Skála skúla – www.skulin.fo/ska - verður møguligt at fylgja við, hvussu gongst teimum í kappingini.
First Lego League á øðrum sinni
Aftur í ár verður skipað fyri hesi kappingini, sum fekk so góða undirtøku í fjør.
Evnið fyri kappingina í ár er »Climate Connection« og snýr seg um veðurlagið og veðurlagsbroytingarnar.
Kappingin fer fram í 40 londum, og fer vinnandi føroyska liðið víðari til eina norðurlendska kapping.
Kappingin verður hildin 8. november í bygninginum hjá Føroya Tele í Hoyvík. Í fjør luttóku 14 lið, men í ár verður møguleiki hjá 16 liðum at luttaka
FAKTA
Næmingar í 6. og 7. flokki
Teir 12 næmingarnir, ið hava verið við í kappingini eru hesir:
Úr 6. flokki: Alex Djurhuus , Brynjard Olsen, Jana Joensen, Sólbjørg Jacobsen, Maria Joensen og Tóra Johannesen
Úr 7. flokki: Sverri Jensen, Alex Joensen, Martin Didriksen, Jóhannus Kristmundsson og Harald Fonsdal Johannesen og Silja Kjærbo