Dysturin móti Middelfart gjørdist dýrur fyri Holte, sum fekk ikki færri enn tríggjar mans skaddar í sambandi við dystin.
Taklaður av mótspælara
Sum áðurnevnt fekk Bárður skaða longu undir upphitingini, tá ið ein leikari hjá Middelfart, sum av einari ella aðrari orsøk var á Holte-hálvuni, rann inn í Bárð, sum koykti sær fótin. Hetta var dyggur smeitur fyri Holte, tí Bárður var einasti hevarin, ið teir høvdu við til dystin. Bárður royndi tó at spæla eina løtu, men tað var trupult hjá honum at flyta seg runt á vøllinum.
Bæði Steinar Eirikstoft og Ragnar í Haraldsstovu vóru eisini við á liðnum hjá Holte, og teir spældu báðir ein góðan dyst, frætta vit úr Danmark.
Middelfart vann fyrsta settið tepurt, men tvey tey næstu var tað Holte, sum var omaná. Síðani vann Middelfart fjórða settið, og tí var neyðugt við einum javnbrótara, sum Middelfart vann greitt 15-8. Holte IF liggur tó framvegis næstfremst í sínum bólki í kappingini um at vinna kvalifikatión til elitudeildina.
Ein annar føroyskur flogbóltsspælari í Danmark, Jóhann Nielsen, vann saman við liði sínum, Amager VK, 3-2 á Hvidovre í farnu viku. Eisini landsliðsleikarin Suni Juul Petersen er farin at spæla flogbólt í Danmark. Hann er farin til Odense í lestrarørindum og spælir nú við DHG Odense í endaspælinum í elitudeildini. Fríggjakvøldið vunnu teir 3-2 á útivølli móti Lyngby Volley.