Stjórin á Landsverki legði ikki fingrarnar í millum í útvaprinum á middegi, at hann segði seg úr starvi, tí landsstýrismaðurin ikki hevði álit á honum. Men hann hevur longu fingið nýtt alment stjórastarv
Tað skrivar IRF á heimasíðu síni, at Sigurð Lamhauge er nýggjur stjóri í IRF:
Sigurd Lamhauge er settur sum stjóri í IRF. Sigurd er útbúgvin elektro-mekanikari, verkfrøðingur og er Master í Leiðslu.
Sigurd hevur starvast í nógvum ymiskum verkætlanum, sum ráðgevandi verkfrøðingur í Føroyum og uttanlands.
Síðstu gott fýra árini hevur Sigurd verið stjóri á Landsverki.