Sigurin hjá gentunum á Erlu Kongsdóttir

var tann triði á rað á ólavsøku. Í 2011 vann henda manningin tveir róðrar – á sundalagsstevnu og ólavsøku – og endaði nummar tvey í FM kappingini, aftanfyri Hvassa av Oyri. Sigurin á ólavsøku var tann tíggjundi á rað. Erla Kongsdóttir vann tríggjar tær síðstu kappingarnar í fjør, og í ár hevur hon vunnið allar sjey róðrarnar.