Sigurin átti at verið størri

Norska liðið byrjaði betri, men tá føroyska liðið hevði fótað sær, vóru teir munandi betri enn gestirnir, og hevði tað ikki verið fyri tiltikna føroyska gestablýdni, sum føroysku leikararnir høvdu tikið við sær inn á vøllin, hevði sigurin verið munandi størri

Á niðara vølli í Gundadali brast føroyska U19-landsliðið saman við Noreg. Norsku leikararnir sluppu væl frá byrjan, og hildu eisin føroyingunum í stuttum tjóðri fyrstu 20 minuttirnar. Teir megnaðu tó ongantíð at spæla seg til tað heilt stóra hesa løtuna, og tá so føroyingarnir fyrst høvdu slitið seg leysan úr norska tjóðrinum var tað ongin, sum kundi temja teir.
Tað var serliga í seinna hálvleiki, at føroyingarnir settu dagsskránna. Tað sást á øllum brøgdum, at føroyska liðið var tey bæði árini eldri, sum tað nú einaferð er. Føroyingarnir vóru størri, skjótari og sterkari. Bóltførleikin tóktiskt at vera betri og spælfatanin tað sama. Serliga var tað fram eftir vøllinum, at tað riggaði væl hjá føroyingunum, og Bill McLeod Jacobsen, annar av landsliðsvenjarunum, dylir heldur ikki yvir, at tað er serliga á hesum økinum, at nógv orka hevur verið løgd.

Møguleikar til málveistlu
Einasta málið í dystinum fall, tá 51 minuttir vóru leiktir. Framman undan hevði liðið havt fleiri góðar møguleikar, uttan at nakað stórvegis spurdist burtur úr tí.
Levi Hansen, sum hevur slitið sínar barnagaggur í B36, men sum nú leikar fyri Skála, var í millum mest sjónligu leikararnar á føroyska liðnum.
Tað var eisini hann, sum átti uppleggið til málið frá Jón Krosslá, tá hann varð spældur leysur í vinstra borði og setti ferð á niðan eftir vøllinum. Hart pressaður av einum verjuleikara slapp hann sær inn í brotsteigin, og legði fyri føturnar á Jón Krosslá, sum dagliga leikar fyri VB/Sumba. Hesin hevði ein verjuleikara hangandi á rygginum, men hegnisliga vendi hann sær og dróg bóltin við sær, áðrenn hann legði bóltin trygt í málið.
Málið og leiðslan var fult uppiborin, men føroyska liðið settist ikki aftur at verja borg. Teir hildu áfram við ágangandi spælinum, har Ólavur í Ólavsstovu hjá HB vísti seg sum ein sannan brand, og var hann snúningsdepilin á liðnum.
Fyri at nevna nakrar av stóru møguleikum føroyinganna, kunnu vit nevna, at Jón Krosslá helst átti at fingið meiri burtur úr, tá hann slapp einsamallur móti einum norskum verjuleikara, men ikki slapp framvið. Einar Hansen úr NSÍ slapp eftir hornaspark at standa fullkomiliga blankur, men úr stuttari fjarstøðu setti hann stútaran skeivu megin stongina. Eisini føroyski leikarin við 18 talinum á rygginum hevði ein risa stóran møguleika, tá Levi Hansen legði honum bóltin fyri føturnar, men málverjin bjargaði væl góða skotinum frá Kristoffur Jacobsen.
Men tað vóru ikki bara føroyingarnir, sum høvdu sínar kjansir. Norðmenn vóru eisini framvið av og á, og tá teir royndu seg við skjótum kontraálopum, var føroyska verjan avgjørt til at tosa við.
Eitt korter inn í seinna hálvleik vóru norðmenn nær við av javna. Teir broderaðu seg niðan eftir vøllinum í høgru síðu og løgdu bóltin inn í feltið, men skotið úti frá tók í ein føroying á vegnum, og harvið endaði góða álopið við hornasparki.
Og nakað seinni kunnu norðmenn bara takka sær sjálvum fyri, at teir ikki fingu bóltin í netið.
Málverjin Rógvi Ryggshamar ætlaði at seta eitt skjótt álop í gongd, og tveitir bóltin út Einar Hansen í vinstru. Einar, sum framman undan er pressaður av einum norðmanni, fær ikki tamarhald á bóltinum og missir hann frá sær.
Norðmaðurin er skjótur, fangar bóltin og leggur hann til ein áleypara. Tíbetur rakar hann ikki bóltin sum ætlað, og leirvíkingurin í málinum bjargaði og fekk rættað mistakið hann gjørdi stutt frammanundan.

Verjuparturin haltaði
Tað vóru ikki mong, ið fylgdu dystinum, sum varð bríkslaður í gongd í góðveðrinum í Gundadali kl. 14.30. Men tey uppmøttu fingu eina fína fótbóltsuppliving. Leikferðin var rættiliga høg, og serliga í seinna hálvleiki var hugaligt at fylgja føroyska liðnum.
Fram eftir vøllinum gekk tað rættiliga væl, og skapti føroyska liði fleiri góðar málmøguleikar og áttu teir at fingið meiri enn tað eina málið.
Hinvegin haltaði verjuparturin eitt lítið sindur. Undir trýsti var sjónligt, at leikararnir ikki kenna hvønn nóg væl, og tað sást aftur í, at norska liðið til tíðir hevði rímiliga lætt við at spæla seg í gjøgnum síðurnar báðar.
Føroyar fingu tó altíð vart fyri, tá tað veruliga ástóð og norðmenn sluppu hinvegin at njóta føroyska gestablýdni á vøllinum, tá føroyingar ikki koyrdu bóltin í málið oftari enn hægst neyðugt.