Sigursrøðin hjá Fleyr heldur fram

Sigursgongdin hjá Fleyr heldur fram

 

Oddaliðið Fleyr vann 3-1 á Drátti í gjár á Giljanesi. Settini endaðu 19-25, 24-26, 25-20 pg 15-25.

 

Dysturin leikaði fyri tað mesta javnt á, men í fyrsta og fjórða setti var tað Fleyr, sum móti endanum hevði betri stýr á spælinum og vann settini rímuliga greitt, hóast at tað til tíðir var Dráttur sum var frammanfyri.

 

Serliga í 4. settið miseydnaðist alt hjá Drátti, hóast tær vóru greitt á odda í fyrru hálvu av settinum. Men samanumtikið var Fleyr betra liðið í gjárskøldið, og tryggjaðu sær 3 stig við beinari leið móti FM finalunum.

 

Ruth Albinsdóttir, Dráttur, nevndi eftir dystin: ”Vit fóru í panikk í fjórða setti”, meðan Katrin Petersen, Fleyr, hugdi frameftir og segði, ”Vit fara eftir greipuni”.

 

Bæði liðini hava tryggja sær pláss í hálvfinalunum í steypafinaluni – Fleyr ímóti TB og Dráttur ímóti Mjølni. Hesar hálvfinalur verða 10. februar.

 

Landskappingin er deild í tveir partar. Í toppinum liggur Fleyr á odda við 18 stigum fyri sjey dystir, men Mjølnir er ikki langt aftanfyri. Tær hava 14 stig fyri seks dystir.

 

Hini fýra liðini eru mest sum púra jøvn í botninum. KÍF er best fyri. Tær liggja nummar trý við 8 stigum fyri fimm dystir, so kunnu ríva seg leysar úr botnstríðnum, um tær vinna sínar dystir. Síðani koma SÍF og Dráttur við sjey stigum fyri ávikavist sjey og átta dystir og aftast liggur TB við seks stigum fyri sjey dystir.