Silas skoraði málini

1. DEILD: KÍ legði við sigri í Leirvík meiri sjógv millum seg og hóttanina av niðurflyting

Stigatalvan sigur, at Víkingur var favorittur, tá ið víkingarnir í góðveðrinum í dag  uppi á Brekku í Leirvík vóru vertir í grannauppgerðini ímóti KÍ.

 

Víkingur var á triðja plássi við 34 stigum, og KÍ, sum tað mesta av árinum hevur verið undir niðurflytingarstrikuni, var á sætta plássi við 25 stigum.

 

Men tað var KÍ, sum vann 2-0. Bæði málini vórðu skorað miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og í báðum førum var 18 ára gamli Silas Gaard málskjútti. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at hann var millum teir fyrstu ellivu á næstbesta liðnum. Tríggjar ferðir fyrr í ár er hann skiftur inn, og hetta var fyrsta ferðin, at hann var málskjútti í 1. deild – og so skoraði hann tvey mál.

 

Silas spældi í fyrra hálvleiki í fremstu røð saman við Boris Dosljak, ið ikki kom á vøllin eftir steðgin, og í báðum førum var tað Boris Dosljak, sum legði upp til málið.

 

Serliga eina løtu í fyrra hálvleiki stemmaði verjuspælið hjá Víkingi ikki soleiðis, sum tað plagar at gera, og tað gjørdi KÍ sær dælt av.

 

Á liðnum hjá Víkingi var eingin, sum plagar at vera á listanum hjá besta liðnum. Hjá KÍ vóru Dávid Langgaard og Boris Dosljak á vøllinum í fyrra hálvleiki.

 

Víkingur hevur 34 stig og er framvegis á triðja plássi. KÍ hevur 28 stig og er framvegis á sætta plássi.

 

Um eina viku fær KÍ vitjan av FC Suðuroy, og tá fer Víkingur aftur at spæla á heimavølli. Mótstøðuliðið verður B71.