Fyri tveimum vikum síðani, tá ið tað var kappróður á norðoyastevnu, vóru líkindini ikki hildin at vera nóg góð til, at børnini kundu rógva.
Í dag er kapåpróður á Skálafjørðinum, har líkindini eru góð.
Fyrsti róðurin var barnaróður millum gentur. Tær róðu í tveimum riðlum og síðani var finala. Hana vann Sílið hjá Havnar Róðrarfelag, sum var sera sannførandi og næsta 10 sekund undan næsta bátinum, sum var Ørnin úr Sandavági.
Kappingin um næstfremsta plássið var sera stór, tí Kollur úr Kollafirði var bara ein skut aftanfyri Ørnina.
Barnaróður – gentur
1 Sílið 02:49.19
2 Ørnin 02:59.00
3 Kollur 02:59.46
4 Dúgvan 03:06.40
5 Jallurin 03:08.38
6 Títlingur 03:09.48
7 Heykur 03:21.35
8 Ternan 03:21.37
9 Pílur 03:26.12
10 Svanur 03:27.48