Sílið verjir elsta felagið

5-mannafør gentur 14 – 16 ár: Havnar Róðrarfelag vann bæði gull og silvur

Tað er langt millum bátarnar hjá aldursforsetanum í føroyskum kappróðri, Havnar Róðrarfelag, við monnum í FM kappingini í ár. Men Sílið við gentumanning svimur framvegis so væl, sum 5-mannafarið við gentum 14 – 16 ár altíð hevur gjørt. Tað sást í dag, nú fyrsta FM kappingin er  á norðoyarstevnu.

 

Sílið var beinanvegin fremst, og so økti Sílið stútt og støðugt um munin aftur til teir bátarnar, sum royndu at bjóða av. Á málinum var Sílið tvær bátslongdir undan avbjóðarunum.

 

Á øðrum pláss var eisini bátur hjá Havnar Róðrarfelag. Tað var Títlingur, sum var umleið eina bátslongd undan Ørnini úr Sandavági. Á fjórða plássi var Drekin, sum eisini er bátur hjá Havnar Róðrarfelag.

 

##med2##