Framsýningin umfatar 34 verk, sum øll eru gjørd millum 2020 og 2023.
Silja Strøm vísir í síni myndlist evni at arbeiða leitandi og reflekterandi, har filosofiskir, samfelagsligir og eisini humoristiskir vinklar, mangan eru flættaðir saman. Hennara serligi áhugi í málningalistini, og hennara vitan og leitan innan hendan miðil, gevur hyggjaranum eina heilt serstaka uppliving, har hon eisini heilt konkret víðkar um málningalistina sum fyribrigdi, við at arbeiða í fleiri dimensiónum.
– Silja Strøm er ein heilt serlig listakvinna. Hennara verk eru í føroyskum høpi unik og nýskapandi og rúma stórum potentiali, skrivar Gamla Seglhúsið í tíðindaskrivi.
Ferniseringin í Gamla Seglhúsinum verður í dag klokkan 16:00 og fer Kinna Poulsen, listfrøðingur at røða.
Tónleikinum syrgja Eyðun og Jógvan úr bólkinum Hjarnar fyri, og verður eisini okkurt leskandi og lættari ábit til góman eisini.
Listakvinnan sjálv verður eisini til staðar so tað er møguligt at heilsa uppá og annars fáa eitt gott listaprát.
Hjartaliga vælkomin, heilsa tey úr Gamla Seglhúsinum.
##med2##
##med3##