Tað gongur væl hjá Silkeborg í løtuni. Liðið hevur beina kós móti uppflyting í næstfremstu donsku deildini og í gjár eydnaðist tað føroyska landsliðsleikaranum Christian Holst at koma á máltalvuna, tá liðið vann ein týdningarmiklan 0-2 sigur á Brønshøj.
Christian Holst hevur annars gjørt greitt at hann skiftir felag í summar, tá sáttmálin við Silkeborg gongur út.
Hin føroyski leikarin á liðnum hjá Silkeborg er Ari M. Jónsson. Ari M. Jónsson hevur verið nógv darvaður av skaða gjøgnum størsta partin av kappingarárinum, men mánakvøldið spældi Ari við eykaliðnum hjá Silkeborg, ið vann 4-1 á AC Horsens. Tað eydnaðist eisini Ari M. Jónsson at koma á máltalvuna.
Vejle Boldklub við føroyska landsliðsleikaranum Viljormur Davidsen á liðnum skal í dag spæla á heimavølli móti HB Køge. Tann dysturin byrjar klokkan 14:00 føroyska tíð.