Silkeborg er vaknað

Eftir eina katastrofala byrjan er Silkeborg nú um at koma fyri seg í donsku superliguni


 

Superliga


Seinasti dysturin undan vetrarsteðginum í donsku superliguni varð leiktur mánakvøldið, tá Silkeborg tók ímóti AGF.

Silkeborg hevur verið avgjørt størsta vónbrotið í superliguni hetta árið, og eitt skifti var eisini líkt til, at teir skuldu fara so syngjandi niður í næstbestu deildina.

Mánakvøldið vunnu teir tó 1-0 á AGF, og hetta var triði sigur teirra innan heilt stutta tíð, og hóast teir framvegis eru niðastir í deildini, so er tað nú bert eitt stig upp til Lyngby, sum er beint oman fyri niðurflytingarstrikuna, men sum tó eftir øllum at døma noyðist heilt niður í danmarksseriuna at spæla komandi ár.