Siloa og Salt

Tíðindaskriv

Eftir at tey seinastu viku sungu í Fuglafirði, verður tað hesaferð Norðurlandahúsið, sum er karmur um konsertina


Leygardagin kl 16 verður konsert í Norðurlandahúsinum, har sangkórið í Siloa og sangbólkurin, Salt, syngja.
Júst hesi bæði høvdu eina væleydnaða konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði seinasta sunnukvøldi, og vóru tá um 300 fólk og lýddu á.
Siloakórið sang 12 sangir í tveimum umførum og Salt 10 sangir somuleiðis í tveimum umførum. Bæði kór og sangbólkur høvdu eina fjølbroytta skrá.
Úrvalið hjá Siloakórinum var serliga rútmiskir sangir hjá Oslo Gospel Choir, Andrae Crouch o.ø. Til hesar sangirnar spældi eitt sera vælspælandi orkestur við Gunnari Guttesen á odda. Men Siloakórið sang eisini annað, t.d. Kingosangin: "Nú rennur sólin fríð úr Eysturlondum". Ein góð og fjølbroytt skrá.
Sangbólkurin Salt sang allar sínar sangir uttan ljóðføri. Tey sungu kendar og minni kendar sangir á ein sera yndisligan hátt við nógvum spennandi skiftum: fleirraddað, einraddað, solo, duett, trio o.s.fr. Hesi 7 ungfólkini úr Eysturoynni eru avbera dugnalig og avgjørt verd at hoyra.
Sum nevnt, so verður Norðurlandahúsið nú karmur um hesa konsert, og verður hon í dag, leygardagin.