Silvurdrongur: Brúðardrongur/ Traðardrongur

Staðkendur í Havn

Tvey tey seinastu stakløgini av komandi plátuni "nú æt eg eftir ánni" hjá Silvurdrongi eru nú leyslatin: Brúðardrongur og Traðardrongur. Talan er um tvey staðbundin løg, sum viðgera ávís hugløg á tveimum støðum í Havn: Undir Brúnni og í plantasjuni.

 

Barnaárini hjá Silvurdrongi

Brúðardrongur snýr seg nemliga um barndómsgrannalagið hjá Silvurdrongi, Undir Brúnni, her nýggja plátan eisini varð upptikin. Í tvey áratíggju hevur ein brúgv staðið hálvbygd har uppi, sum Sundsvegurin endar. Nú verður tað arbeiðið endiliga gjørt liðugt, og húsini verða rivin niður, har tónleikurin er upptikin, so at brúgvin kann gerast heil. Ringrásin er fullkomin.

 

Klubbnátt í Plantasjuni

Traðardrongur er ein klubbutur bangari, sum snýr seg um plantasjuna um náttina, tá hassjarir, blottarir og heksin í skóginum eru leys og lúra millum trøini. Hartil hoyrir sjálvandi eisini ein tilsiping til Eitt sunnukvøld í Plantasjuni. Ein tilsiping, ið leggur dent á tað lúrandi og tráfylgjandi, sum býr í føroyska fólkaklassikaranum, skrivar tutl.com.

 

Brúðardrongur/Traðardrongur