Silvurdrongur við nýggjum útgávukonsertfilmi

Filmurin kallast TRANSFORMATIÓN og er í høvuðsheitum ein samrøða millum Silvurdrong og tónleikaran/frisørin Allan Hjorth.

Farna summar útgav Silvurdrongur sína næstu plátu, "nú æt eg eftir ánni", sum hevur fingið stak góð ummæli í útlendskum miðlum. Ein tann størsti tónleikamiðilin í heiminum, The Fader, sum hevur 1 millión fylgjarar á Instagram, skrivaði m.a. hetta um plátuna: 

 

"Rapping in his native Faroese, one of the world’s least-spoken tongues, Silvurdrongur (Silver Boy) makes a strong case for the language as a vehicle for bars, and for the small yet shockingly varied Faroe Islands music scene. On the 13 tracks of nú æt eg eftir ánni (now I am named after the river) — each named for a different “drongur” (boy) — he builds a bizarre, magical-realist world that’s also grounded in the sinister realities of our own. Like the best Del Toro films, the album threads this needle with wondrous, hypnotic soundscapes that provide a strange, disarming setting for Silvurdrongur’s venomous bars."

 

Nú hevur Silvurdrongur, sum í fjør vann M.A. Jacobsens heiðursløn fyri mentanaravrik, útgivið ein 24 minuttir langan stuttfilm, ið samansjóðar videoløg og samrøður við upptøkur frá útgávukonsertini á G! Festivalinum farna summar, tá sjálvasta Eivør Pálsdóttir var millum gestirnar á pallinum. 

 

Filmurin kallast TRANSFORMATIÓN og er í høvuðsheitum ein samrøða millum Silvurdrong og tónleikaran/frisørin Allan Hjorth, sum umskapar útsjóndina hjá yrkjaranum, meðan teir tosa um plátuna og lívið sum heild. 

 

Gwenaël Akira Helmsdal Carré hevur upptikið og litblandað filmin, og Theodor Kapnas hevur ljóðblandað konsertina í Fjósinum.

 

Her kanst tú síggja filmin:

 

##med3##

 

Enn er einki ummæli skrivað á føroyskum um plátuna, men í útlendskum miðlum standa nógv fløvandi orð, ið ofta leggja dent á, hvussu serstakur tónleikurin er – serliga við tí føroyska málinum í miðdeplinum:

 

Fresh! Hiphop RnB

 

"From the moment you press play, nú æt eg eftir ánni captivates with its striking originality and masterful musical composition."

 

Info Music

 

“An album that pushes the boundaries of music and art, offering an immersive and deeply original experience.”

 

Revolution De Rythme

 

“Silvurdrongur's ability to fuse the absurd with the sublime, capturing a unique zeitgeist while weaving an enchanting narrative, ensures that this album will leave a lasting impression on listeners.” 

 

Indie Chronique

 

“Even if you don't understand the language, you can't help but appreciate Silvurdrongur's creativity and storytelling. The album navigates between genres as varied as they are unique, and that you will certainly discover today [...] labels invented to describe the extraordinary eclecticism of his music.” 

 

Direct Actu

 

“An Experimental Pop production with almost cinematic dimensions” 

 

Riptide Mag

 

“Promising a strange and inspiring journey through alien soundscapes, the album combines unexpected genres and themes”

 

##med2##

 

Silvurdrongur hevur í løtuni tríggjar konsertir fyri framman: Eina í italska býnum Udine 18. oktober, eina í Blábar 31. oktober og eina til Iceland Airwaves í Reykjavík 8. november.

 

LES EISINI: – Eg havi altíð følt eg hoyri til á pallinum