Á einari sera hátíðarligari samkomu á íslendsku forsetaborgini, Bessastaðir vóru íslendsku OL-silvurvinnarnir heiðraðir á tignarligan hátt. Livandi legendan og heilin á íslendska OL-liðnum, Òlafur Stefánson, venjarin, Guðmundur Thordur Guðmundsson, og formaðurin í íslendska hondbóltssambandinum, Guðmundur Ágúst Ingvarsson fingu Stórriddarakrossin frá Forseta Ìslands, Òlafi Ragnari Grímssyni fyri síni avrik í ítrótti. Hinir spælarnir á íslendska OL-liðnum fingu riddarakross handaðan fyri síni avrik í ítrótti. Framtaksstjórin hjá íslendska hondbóltssambandinum, Einar Thorvarðarson fekk eisini riddarakross handaðan fyri sítt ótroytiliga arbeiðið, sum hann hevur gjørt fyri íslendskan hondbólt.