Simon Kvamm fer solo

Sangarin í Nephew ætlar at spæla meira undir egnum navni

Simon Kvam, sum hevur ættarbond til Gøtu, og sum er kendur sum sangari í rockbólkinum Nephew fer frameftir at spæla meira undir egnum navni.

Simon Kvamm hevur við síðuna av Nephew eisini havt gongd í duoini De Eneste To, men nú er hann til reiðar at framføra undir egnum navni eisini.

- Eg hugsi, at eg komandi árið fara at spæla undir mínum egna navni við nýggjum sangum, sum eg havi skrivað, segði Simon Kvam í sjónvarpssending á DR2 sunnukvøldið.

- Eg havi í longri tíð skrivað sangir, og eg kundi hugsað mær at avgjørt alt viðvíkjandi teimum sangunum, segði hann.

Í fyrsta umfari verða tað onkur smærri spælistøð, ið fáa gleði av framførslum hjá Simon Kvamm, og hvør veit, um hansara soloframførslur fara at røkka til Føroya eisini. Í øllum førum hevur Simon Kvamm fleiri ferðir vitjað í Føroyum saman við bólkinum Nephew, sum hevur havt framførslur á G! Festivalinum.