Føroyar áttu trý umboð, tá sonevnda All-star liðið varð sett eftir kappingina í Bosnia. Saman við Fríðu Petersen og Onnu Mariu Samuelsen var Simona Hansen á liðnum, sum venjararnir á øllum landsliðnum í kappingini høvdu sett.
- Sjálvandi tekur mann tað sum eitt herðaklapp, men tað eru so sjálvandi liðfelagarnir, sum eisini eiga heiðurin fyri hetta. Skalt tú spæla væl á bakkinum, so krevur tað eisini góðar liðfelagar, sum kunnu spæla teg upp til skot.
Og hartil kemur so tað, at kappingin um plássið á høgra bakki er kanska heldur ikki so hørð, sum er um fleiri onnur pláss. Tí er aloftast avmarkað, hvussu nógvar lámar tú hevur á liðnum.
Tosar tú um kappingina her niðri, so var kappingin helst heldur ikki so hørð hjá tykkum, sum hon var í Italia?
Nei. Tað var sum ikki fyrr enn í seinasta dystinum, at tað veruliga fór at standa á?
Og tað stóð kanska for nógv á?
Hesin seinasti dysturin var nokk í so stórur gloyibiti. Hálvfinalan var nokk heilt OK.
Sjálv hoyrir Simona kanska til eldra ættlarliðið á føroyska liðnum. Men hóast tvey Challenge Trophy silvurmerki, so hevur hon á ongan hátt mist hugin til meira landsliðshondbólt. Serliga ikki, um ein slík kapping verður í Føroyum um tvey ár.
Tað hopi eg. Havi eg heilsuna og eri nóg væl fyri, so er tað í øllum førum ætlanin, staðfestir Simona Hansen.
All-star liðið
Málverji: Fríða Petersen, Føroyar
Vinstri vongur: Nela Ljolje, Bosnia
Vinstri bakkur: Ioanna Sizinou, Cypros
Miðspælari: Sabina Pehic, Bosnia
Strikuspælari: Armine Antonyan, Armeina
Høgri Bakkur: Simona Hansen, Føroyar
Høgri vongur: Anna Maria Samuelsen, Føroyar
Besti spælari: Sabina Pehic, Bosnia
Toppskjútti: Sabina Pehic, Bosnia