Símun: Høgni Madsen verður B36 góður

(Sending frá Rás2) Fótbóltspanelið tók samanum landsliðsavrikini, og umrøddi spælaraflytingarnar í effodeildini

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingini við fótbóltspanelinum, sum var á Rás2 seint seinnapartin. Símun Samuelsen og Tróndur Arge mannaðu panelið í dag.

 

Símun og Tróndur umrøddu :

 

1) Samlaða avrikið hjá føroyska landsliðnum í EM-undankappingini.

2) Avrikini hjá Fróða Benjaminsen og Christian L. Holst, sum nú eru givnir á landsliðnum.

3) Er tað heppið, at U21 landsliðið verður mannað við ov nógvum ungum, óroyndum spælarum ímóti einum krútsterkum týskum U21 landsliði?

4) Skála hevur fingið Andras Gango, Jónhard Frederiksberg, Paula G. Hansen og Fritleif í Lambanum til komandi ár. Borgar hetta fyri einum bjargaðum sessi í effodeildini komandi ár?

5) B36 hevur fingið Høgna Madsen á defensiva miðvøllin, og Tórð Thomsen aftur í málið hóast alt. Verður Høgni ein styrkur, og hvussu heldur B36 bæði Tórði Thomsen og Trygva Askham í góðum lagi, nú Trygvi fekk lyftið um, at hann skuldi verja málið komandi kappingarár?

6) HB hevur longt við Teiti M. Gestssyni, Christian R. Mouritsen og Jóhan T. Davidsen, og hevur fingið Trónd Jensen heimaftur. Jan Dam verður høvuðsvenjari, og Albert Ellefsen verður hjálparvenjari. Hvussu síggja Tróndur og Símun uppá hesa venjarasamansetingina, og møguleikarnar hjá HB?

7) Hvat vænta Tróndur og Símun í Premier League dystunum Tottenham-Liverpool og Everton-Manchester United?