Tá tú skrivar um smærru oyggjarnar og smáu bygdirnar, er neyðugt at liva seg eitt sindur inn í tað, tú fæst við. Annars kann tað vera trupult at gera sær eina mynd av staðnum.
Hin spurningurin er so, um tað er neyðugt at gera sær eina heildarmynd, og um tað ikki er betur at lata lesaran sjálvan – við tí, sum lesarin longu veit – gera sær myndina.
Tað tú skrivar yvir nakrar fáar greinar og síður, verður altíð bara ein løtumynd, og tað verður altíð tað mesta av søguni og gerandislívinum á staðnum, sum verður ósagt.
Soleiðis eisini her, nú Saksun er á breddanum í dag.
Abbin var hin fyrsti
Vit høvdu ætlað okkum at skift orð við Páll Svartá í Saksun, sum í ár fyllir 84, men í hesum umfari hittu vit í staðin yngsta sonin, 35 ára gamla bóndasonin, Símun Svartá, sum býr á Oyri.
Símun vaks upp í Saksun, og hann kundi fest garðin, um hann vildi, men valdi aðra lívsleið enn pápin, sum var bóndi og í fleiri ár og annars starvaðist sum linjumaður hjá SEV.
Símun Svartá starvst hjá LM í Havn.
- Eg eri vaksin upp í Saksun og búði her øll míni fólkaskúlaár, tá eg gekk í skúla á Oyrarbakka.
Tað var abbi hansara, Sámal Petur Poulsen, sum var hin fyrsti at fáa sær eftirnavnið Svartá, og síðan hava bæði pápi hansara og nú eisini hann sjálvur borið eftirnavnið víðari í ættini.
- Tá eg vaks upp, vóru vit fleiri børn í Saksun, og helst vóru enn fleiri fyri mína tíð. Her vóru fýra festir, harav pápi mín hevði tað eina. Tvey festir vóru hvørjum megin, og í mínum uppvøkstri búðu rímiliga stórar barnafamiljur á gørðunum.
Hann sigur, at hann var í yngra endanum í aldri í mun til hini børnini á gørðunum.
Í dag er nógv øðrvísi, enn tað var í Saksun, tá hann var barn.
- Vit vóru fleiri enn 30 fólk í bygdini, og í dag eru neyvan fleiri enn eini níggju fastbúgvandi. Øll míni fólkaskúlaár gekk eg á Oyrarbakka, og tað gjørdi yngsta systir mín eisini. Hini systkini gingu fyrst í Hvalvík og síðan á Oyrarbakka, sigur hann.
##med2##
Ikki hug at festa
Tá pápin, Páll Svartá, slepti festinum, sum umleið 76 ára gamal, hevði Símun møguleikan at taka festið, og um so var, hevði hann verið bóndi í dag.
- Eg eigi ein annan beiggja, sum býr í Danmark. Einki av systkjunum hevði hug at reka garðin víðari, sum ber umleið 180 áseyðir.
Sjálvur heldur Símun fyri, at 180 áseyðir er ikki nóg mikið hjá nøkrum at liva av, men hetta er ivaleysa nógv til at gera tað strævið at sita við einum festi.
- Jú, sjálvandi var eg við til at hjálpa pápanum við garðinum, men seyðahald er nógv meira enn bara hoygging og fjall. Mær dámdi eisini væl tað sosiala við hesum, men eg hevði ikki hug at taka festið hjá pápanum.
Símun Svartá er ivaleysur í, at eitt rímiliga stórt festið kastar alt ov lítið av sær, um ikki familjan er við.
- Í fyrsta lagi var tað mamman, sum hjálpti til, og um hon ikki stuðlaði pápanum, hevði hetta slett ikki borið til. Eg eri uppvaksin í hesum, og eg veit, hvat arbeiði liggur í einum festi. Gongur tú ikki við fullum hug upp í tað arbeiði, sum skal gerast, eigur tú at halda teg langt burtur, heldur hann fyri.
Ungur úr Saksun
Símun Svartá sigur, at hann flutti ungur úr Saksun.
- Beint, tá eg varð liðugur við 10. flokk, leigaði eg mær kamar í Havn, men tá eg so seinni fór í læru, flutti eg aftur til Saksunar. Eg var virkin í ítrótti, og eitt nú róði eg nógv.
Hann vísir á, at honum dámar framvegis væl at rógva, og saman við øðrum rør hann á hvørjum ári á Regatta av Eiði til Hósvíkar.
- Eg hevði ein góðan uppvøkstur í Saksun, og her var gott at veksa upp sum smádrongur og unglingi, men eins og mong onnur, sum flyta úr bygdini og seta seg niður aðrastaðni við familju, kann eg ikki reypa mær av, at eg vitji nóg ofta aftur, sigur Símun Svartá, bóndasonur úr Saksun.