Sir Alex: Chicharito er fyrsta floks

- Chicharito spældi sum ein fyrsta floks leikari og málið hjá honum móti okkum var gott. Hann vísti hvørjar eginleikar hann hevur, sigur Sir Alex Ferguson.

 

Manchester United er á tour í Amerika og spældu ímóti gamla felagnum hjá Javier Hernandez, eisini kallaður Chicharito. Í dystinum móti Chivas Guadalajara spældi Javier Hernandez fyrra hálvleik við Chivas og seinna hálvleik við Manchester United. Tað eydnaðist Javier Hernandez at skora fyri sítt gamla lið móti nýggja liðnum Manchester United.

 

- Vit hava verið á ferð í skjótt tríggjar vikur, so nu kemur tað væl við hjá leikarunum, at sleppa heim at slappa av, sigur 68-ára gamli Sir Alex Ferguson.

 

Eftir at hava spælt allan fyrra hálvleik við Chivas, fekk Javier Hernandez bara eitt korter fyri Manchester United í seinna hálvleiki.

 

- Tað var allatíð meiningin, at Javier Hernandez bara skuldi spæla eitt korter í seinna hálvleiki, tí hann er ein av leikarunum, ið hava verið til HM endaspælið og er ikki komin seg heil enn, sigur Sir Alex.

 

Javier Hernandez er 22-ára gamal og hevur spælt 16 landsdystir fyri Meksiko og skorað 9 mál.