Sirið umboðaði norðurlendska ráðharraráðið fyri javnstøðu og lgbt+, sum hon er partur av, á samsráðsfundi hjá nevndini fyri vælferð. Nevndin var serliga áhuga í at frætta um trý mál. Hesi vóru abort-spurningurin og føroyska støðan til hann, viðurskiftini hjá lgbt+ persónum og støðan í Føroyum, umframt meira tekniskir spurningar um samstarvið millum Norðurlandaráðið og Norðurlendska Ráðharraráðið um javnstøðumál. Landsstýriskvinnan vísti á, at tað er av stórum týdningi, at vit eru virkin í norðurlendska samstarvinum, tá tað snýr seg um hesi mál. At vit virða, at vit hava ymiska tilgongd og støðu, men at vit samstundis standa saman um hesi kjarnumál.
Seinni sama dag legði Sirið Stenberg fram ársfráðgreingar um norðurlendska samstarvið, fyrst á javnstøðuøkinum og síðani á almanna- og heilsuøkinum, fyri Norðurlandaráðnum.
Vegna ráðharraráðið kundi landsstýriskvinnan vísa á, at tað nú eru 50 ár síðan, at norðurlond fóru at samstarva um javnstøðumál, og á týdninginum av, at vit standa saman um fólkaræðiligu virðini í eini tíð, tá hesi eru hótt altjóða og í egnum londum.
Samstarvið á almanna- og heilsuøkinum fevnir um fleiri týðandi mál, eitt nú um tilbúgving innan heilsu- og sjúkrarøkt, fyribyrgjandi átøk innan røkt og umsorgan, talgildar loysnir og samstarv innan almanna og heilsu. Londini hava eisini týðandi samstarv um mótstøðuførar bakteriur, og samstarv um felags innkeyp av heilivági.
Umboð úr Norðurlandaráðnum spurdu m.a. um støðuna viðvíkjandi ymiskum markaforðingum, eitt nú endurskoðanini av norðurlendska sáttmálanum um almannahjálp og tænastur (Bistandskonventiónin), sum er ein sera týðandi sáttmáli fyri Føroyar og Grønland, men sum vegna limaskapin hjá hinum londunum í ES ella EBS, skapar trupulleikar. Sáttmálin verður viðgjørdur í einum arbeiðsbólki í løtuni, sum fer at koma við einum tilmæli í komandi ári, skrivar ammr.fo.