Í gjár skuldi seinna hálvfinalan millum Suðringar og B36 spælast mikudagin 13. juni klokkan 16. Fyrr í dag bleiv dysturin ásettur til klokkan 14.30, men nú er dysturin settur til klokkan 15.
Les eisini: Rokið um Løgmanssteypið heldur fram
Tað gekk eisini illa at leggja fyrru hálvfinalurnar, sum báðar vóru í Gundadali fyri eini viku síðani. Tá var tað ikki fyrr enn dagin fyri, at greitt var hvussu skuldi spælast. Tá vann B36 4-2 á Suðringum, meðan HB vann 2-0 á AB.
Hóast hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið er millum mest avgerandi dystirnar í kappingarárinum, so verður enn ein hálvfinalan spæld mitt í arbeiðstíð ein gerandisdag.
Fótbóltssambandið vaskar hendur og vil bara blanda seg, tá kreppan og orrustan er fullkomin, eins og við fyrru hálvfinalunum. Hesa ferð er ein partur av trupulleikanum, at Smyril siglir norð klokkan 18, og tá skulu spælararnir hjá B36 vera umborð.
Løgmanssteypið – Hálvfinalur:
Mikudagin 13. juni
Suðringar (2) – (4) B36 (15.00)
AB (0) – (2) HB (18.00)