Sissal hugtekur YouTube'ara: – Hvar hevur tú verið alt mítt lív?

– Eg vil vera líka sum hon, tá eg blívi eldri, sigur Pedro Rivas, sum hevur filmað seg sjálvan, meðan hann hyggur at framførsluni hjá grandprix-vinnaranum Sissal í gjár.

– Hvar hevur tú verið alt mítt lív, Sissal? Hatta er svakt.

 

Soleiðis sigur youtube'arin Pedro Rivas, sum ger nógv burturúr Eurovision á sínari YouTube-rás.

 

Í einum videobroti, hann hevur lagt út, filmar hann, meðan hann fyri fyrstu ferð hyggur og lurtar eftir framførsluni hjá føroysku Sissal, sum í gjár vann danska melodi grand prixið.

 

– Hon hevur eina virkuliga góða rødd. Hatta, sum hon ger við røddini, er ikki lætt. Hon hevur gott kontroll, muy bien, Sissal.

 

Her eru nakrar fleiri av viðmerkingunum hjá Pedro Rivas:

 

– Hetta er so kul. Oh my god, røddin hjá henni! 

 

– Eg vil vera líka sum hon, tá eg blívi eldri.

 

– Um hon ger hetta live í Eurovision finaluni, so fer hon at vinna. Tað sigi eg tykkum, sigur Pedro Rivas.

 

– Hetta er órættvíst fyri restina av luttakarunum. Hetta er svakt, sigur hann.

 

Hygg at reaktiónini hjá honum her:

 

##med2##