Sissal Kampmann nýggjur leiðari í Før­oy­ing­a­hús­i­num

Ein samd starvsnevnd hevur gjørt av at seta Sissal Kamp­mann sum nýggj­an leiðara í Før­oy­ahúsinum í Keyp­manna­havn

– Visjónin hjá mær er bjóða fram eitt hús, sum  skal vera opið fyri øll.
Tað sigur Sissal Kamp­mann, spurd hvørja hug­san hon hevur, og um broy­t­ing­ar verða, nú hon tek­ur við sum stjóri í Før­oy­a­hús­i­num á Vest­er­bro­gade 17 í Keypmannahavn eft­ir Hans Petur í Brekk­u­num, sum hevur verið stjóri seianstu 12 árini.
22 umsóknir vóru til starv­­ið um at gerast leiðari í Før­oyahúsinum, og sam­bært Martini Karbech Mour­itsen, formanni í stýr­in­um fyri Føroyahúsið, so vóru umsóknirnar frá bæði før­oy­ing­um og døn­um.
– Sissal Kampmann tek­ur við starvinum 1. au­gust 2019. Fyrstu tveir mán­­að­ir­nar av starvs­tíð­ini fer hon at ar­beiða sam­an við frá­far­andi leiðara, Hans Petur í Brekk­u­num, sum hevur røkt starv­ið í 12 ár, sigur starv­s­n­evndin fyri Før­oy­a­hús­i­ð í fráboðanini.
Sissal Kampmann er út­búgv­­in cand.mag. í Norð­ur­­lendsk­um Bókmentum og máli av lærda há­skúl­a­num í Keyp­mannahavn.
Hon hevur verið virk­in á før­oyska ment­­a­n­ar­pall­i­num í mong ár. Vit kenna Siss­­al Kamp­mann frá m.a. ment­­­a­n­­ar­­send­­ing­um í Kring­varp Før­oya, eisini hev­ur hon rik­ið eina ment­­a­n­ar- og tón­­leik­­øa­café í Vest­­manna, og júst hetta viku­skift­­ið fyr­­­i­skip­ar hon skránna í fjós­i­num á G! Fest­i­val­i­num.
– Vit eru sera feg­in um at hava sett Siss­al Kamp­mann í starv sum leiðari í Før­­­oy­­­­a­h­ú­s­­­i­num. Hon hev­ur neyð­­ugu før­leik­ar­nar, sum Før­­oy­­a­hús­ið hevur brúk fyri, sig­ur Martin Kar­­­bech Mour­it­sen, for­mað­­ur í starvs­nevnd­ini fyri Før­oy­a­hús­ið.
Við Miðlahúsið sigur Siss­­al Kampmann, at hon fer at leggja sera stóran dent á, at Føroyahúsið ikki verð­­ur eitt afturlatið hús.
– Sjálvandi er hetta eitt før­­oy­a­hús, men tað er av al­­stór­um týdnining, at hetta verð­ur eitt víðopið hús fyri øllum, sum vilja hoyra meira um føroyska ment­­an og eisini fyri teim­um, sum vilja fara í sam­starv og samspæl við før­oysku mentanina, um tað so er tann danska ment­an­in ella tann grønlendska, ís­­lendska ella onkur heilt onn­­ur mentan, so haldi eg, at tað er av týdning, at vit lata hurð­­ar upp, og at vit fara í sam­­spæl.
Sissal Kampmann vísir á, at Hans Petur í Brekk­u­num hevur arbeitt í 12 ár í ein­­um húsi, sum trongdi álv­ars­liga til ábøtur, og tað vita øll, sum hava vitjað hús­ið, sigur hon.
– Men nú stendur húsið  spild­ur­nýtt við nýggjum køki, nýggjum gólvum, nýggj­­a­ri ljósseting, nýggj­um anleggi – og ja, har er alt nýtt. Hann hevur gjørt eitt megn­­ar arbeiði, og nú er lag­a­­manni at taka við eftir hann, sigur Sissal Kamp­mann.
Tað hava verið a­v­bjóð­ing­­ar við hølisviðurskiftini í mun til ljós til fram­sýn­ing­ar og fram­førsl­ur, omentað er alt 100 prosent í ordan nú, so nú er líka til at fara í gongd við alt møg­u­ligt spennandi, sigur Siss­al Kampmann.