Siumut, flokkurin hjá Aleqa Hammond, tekur nú frástøðu frá gøluni við gjaldskortinum, ið Hammond er komin í.
Aleqa Hammond hevur nýtt eitt gjaldskort, ið hon hevði fingið úr Fólkatinginum til fundarnýtslu, til privat endamál.
Í tríggjar vikur hevði hon nýtt kr. 12.900 til egið brúk.
Aleqa Hammond hevur fleiri ferðir sagt, at nýtslan var vegna serliga umstøður av tí at onkur hevði fingið atgongd til hennara kort. Tí mátti hon nýta tað, ið hon hevði fingið útflýggja frá Fólkatinginum.
SIS, ungmannafelagið hjá Siumut, hevur tikið frástøðu frá sakini og nú ger flokkurin tað sama.
Kim Kielsen, formaðurin í flokkinum, sigur at flokkurin nú skal fáa allar upplýsingar til høldar og tekur síðani málið upp innanhýsis.