Sivic sendir varamannin

Sjúka í nærmastu familjuni hevur forðað fyri, at Tomislav Sivic kundi byrjað venjarayrkið eftir ætlan, nú hann aftur skal venja VB/Sumba.
Við Dimmalætting sigur Bogi Mortensen, nevndarlimur í VB, at tað í fyrsta umfari verður hjálparmaðurin hjá Tomislav Sivic, sum kemur hendavegin.
- Vit hava ein sáttmála við hann, sum gongur yvir tvey ár, og tann sáttmálin er framvegis galdandi. Hann er í eini ringari støðu heima og sær seg ikki føran fyri at koma, sum nú er, men her er eingin panikkur, og hetta hevur heldur ikki órógvað leikarahópin so øgiliga nógv, sigur Bogi Mortensen við Dimmalætting.