Sjúk av atfinningum

Mentamálaráðharrin í Finnlandi, Tanja Karpela, er vorðin sjúkrameldað eftir áhaldandi atfinningar í fleiri finskum bløðum.

Tað vakti stóran ans, tá tann nú 34 ára gamla Tanja Karpela gjørdist mentamálaráðhari fyri tveimum árum síðani. Ikki tí at hon er einsamøll mamma, men heldur tí at hon er fyrrverandi vakurleikadrotning, og tað fall mongum av teimum gomlu, garvaðu politikarunum fyri bróstið.

Tað eru nú ikki atfinningar frá politikarum, sum hava gjørt, at Tanja Karpela nú er sjúkrameldað. Finsk bløð hava ilt við at gloyma hennara fortíð, og tey hava skrivað eina síðu fyri og aðra eftir um hennara privatlív. Eitt nú hevur okkurt av bløðunum skrivað, at hon skal hava havt samband við ikki færi enn sjey menn, og at hon og Matti Varhanen, forsætisráðharri, skulu hava verið betur enn væl.

Tanja Karpela hevur sagt, at tað, sum sagt verður um hana, kann ikki kallast upplýsiandi blaðskriving, men heldur útspilling. Tað er uttan iva tyngjandi, og nú er hon so sjúkrameldað.