Hóast hon er rakt av sklerosu, ið er ein ólekilig sjúka, og fær illa gingið uttan hjálp og troyttast skjótt, so arbeiðir Annika sum lærari í Eiðis skúla. Lívsmótið hjá henni bilar einki, hon roynir alt, hvat hon kann fyri at sjúkan ikki skal stýra lívinum. ? Eg vil heldur miðsavna meg um tað eg kann, ístaðin fyri tað eg ikki kann, sigur Annika.
Eisini sigur hon, at ein kann nógv meir enn hvat ein heldur, og ein veksur við uppgávuni, tá ið hon gerst torfør.
? Men tað er kanska tí eg altíð havi verið so treisk, sigur hon.
Beinini sovnaðu
Tá ið Annika var 25 ár, sá lívið lætt og ljóst út fyri henni. Hon hevði ein son, ið var eitt ár, og hon maðurin Stig vóru júst flutt inn í nýggj hús. Hon droymdi um at fáa eina útbúgving og eisini fleiri børn. Men við eitt steðgar dreymurin upp.
Annika greiðir frá, at hon hevði verið og koyrt systur sína vestur á flogvøllin. Á veg heim aftur merkir hon, at hon missir følilsið í beinunum og tað følist sum tey eru bedøvað. Tá ið ein vika er farin og hon hevur mist følilsið heilt upp til mjadnarnar, ger hon av at fara til lækna. Hann ivast ikki og sendir hana víðari til Havnar beinanvegin.
- Eg lá í 4 vikur á hospitalinum og fór ígjøgnum eina rúgva av kanningum, men teir kundu ikki staðfesta nágreiniliga, hvat var galið. Eg fekk at vita, at eg hevði betendilsi á nervalagnum. Tað var tað einasta teir kundu siga, greiðir Annika frá
Eitt ár seinni varð hon send niður á ríkissjúkrahúsið, men heldur ikki har kundu tey seta navn á sjúkuna. Men tá fekk hon at vita, at hon var so mikið sjúk, at hon ikki mátti fáa fleiri børn.
- Tað fyrsta árið fekk eg tvey "attack", ið vardu umleið fýra vikur hvør. Tað fyrsta gekk út yvir sjónina og tað seinna gekk útyvir balansuna.
Ikki fyrr enn fýra ár aftaná tey fyrstu sjúkueyðkennini, varð sjúkan staðfest. Tá hevði hon tað gott eftir umstøðunum, somikið gott, at hon og maðurin høvdu snakkað um at fáa fleiri børn. Men boðini eru ikki góð, sum hon fær frá neurologinum. Boðini er Dessemineret Sklerosa. Tey fáa at vita, at hon kann gerast avlamin, og at hon allarhelst ikki fór at liva eitt langt lív. Og at eingin heilivágur er tøkur. Eisini neurologurin ráddi henni frá at fáa fleiri børn.
- Tað var øgiliga hart at fáa at vita, at eg fór at blíva avlamin og kanska ikki so langa tíð eftir at liva í, men eg vildi ikki, at sjúkan skuldi fáa takið á mær. Eg hevði ein mann og ein son, so eg kundi ikki bara geva upp, sigur Annika.
Í dag er tað lættari at staðfesta sjúkuna, enn fyri fimtan árum síðani. Við einum MR-Scannara ber lættari til staðfesta beinanvegin, hvat er galið. Annika heldur, at tað kanska hevur verið ringt hjá læknunum at staðfest, av tí, at eyðkennini hava verið lík øðrum.
Á læraraskúla
Fyri einum fimtan árum síðani gjørdi hon av at fara á læraraskúla.
- Áðrenn eg bleiv sjúk, hevði eg ikki droymt um, at tað skuldi verða ein sjúka, ið skuldi fáa meg í gongd við eina útbúgving. Men eg vildi ikki bara sita hendur í favn, so aftaná at hava verið vikarur í eitt ár, eggjaði kommunulæknin hjá mær, ið hevur stuðlað mær væl, at fara á læraraskúla.
Hon heldur tað vera ótrúliga gevandi at arbeiða við børnum.
- Børn eru opin og tey taka teg sum tú ert. Ein tann størsti munurin millum vaksin og børn er, at børn vita betur, nær tey skulu hjálpa til.
Sum dømi nevnir hon, at ofta vita vaksin ikki, hvussu tey skulu bera seg at, tá ið ein er óhjálpin.
- Einaferð settu børnini meg í ein kontórstól og trillaðu meg eftir gongini inn í skúlastovuna, sigur Annika flennandi.
Sjúkan hjá Anniku hevur havt við sær, at hon klárar ikki so væl at ganga. Tey fyrstu árini kláraði hon tað uttan hjálp, men nú noyðist ein at hava ein rolator framman fyri sær. Eisini hevur hon nýliga fingið ein elektriskan koyristól, sum hon nýtir í skúlanum. Hon hevur altíð verið opin viðvíkjandi sjúkuni hjá sær og forklárað børnunum.
- Tey spyrja nógv um sjúkuna, og koma við stuttligum viðmerkingum til tíðir. Eitt nú tá ið eg fekk koyristólin hildu tey hann vera ordiliga "cool", sigur Annika.
Eisini starvsfelagarnir hjá henni hava verið góðir stuðlar.
? Sjúkan dominerar meira nú enn fyrr. Eg var sjúkrameldað eitt hálvt ár áðrenn jól.
Børnini á skúlanun hava givið henni nógv lívsvirði, øll sum hon hevur havt, og ikki minst ein flokkur hevur ávirkað hana. Hon hevði fortalt hesum flokki, tá ið hon hevði fingið tað ringu diognosina, at hon hevði sett sær fyri at gera eitt perluband, har hvør góð uppliving bleiv til eina perlu. Og at nú er hálsbandið heilt langt. Summar perlur eru stórar og vakrar, aðrar eru lítlar og blankar. Allar eru líka virðismiklar og vónaði kann hon leingja tað við nógvum perlum afturat. Tá ið hesin flokkurin varð liðugur við sjeynda árið og skuldi halda fram á Oyrabakka, fekk hon sjey rósir, eina fyri hvørt árið og eina halsketu við eini gullperlu frá teimum.
Umstøðurnar ikki góðar
Føroyingar eru eitt trappufólk, heldur Annika. Aftaná at hava verið sjúk í nógv ár og nú eisini at hava hjálpitól til at koma aftur og fram, kann hon siga, at umstøður í bygningum og skipum ikki eru nøktandi, men tó at tær eru batnaðar hesi seinastu árini. Sjálv hava hon og maðurin ferðast nógva staðni runt í Europa, og følir hon seg minni hjálparsleysa uttanlands. Eisini heldur hon, at skipanin er ov stirvin, tá ið einum tørvar hjálp.
- Men tað var ringt at biðja um hjálp ? tað er nokk tí eg eri treisk og vil klára alt sjálv, heldur hon. Men tað hevur hon lært ígjøgnum árini.
Ein serlig hjálp til sklerosusjúklingur er viðgerð í Danmark á sjúkrahúsi. Fimm føroyingar sleppa niður í fimm vikur hvør einaferð um árið. Í kreppuárunum var hetta spart burtur, men nú hava føroyskir sjúklingar aftur høvi til hetta. Annika var niðri í fjør og letur hon væl at umstøðunum.
- Har taka tey teg sum ein heilan persón, tað er øgiliga gott sosialt. Tað er gott at sleppa at tosa við fólk, ið feila tað sama sum ein sjálvur, sigur Annika. Eisini fáa sjúklingarnir viðgerð av fysioterapeuti, ergoterapeuti og psykologi millum annað.
Meðan hon var niðri kom sonurin, Fróði, niður at vitja mammu sína í eina viku. Tey høvdu eina hugnaliga viku saman. Og hóast har vóru nógvir sjúklingar sum vóru heilt illa fyri, helt hon tað vera gott fyri Fróða at síggja, hvat sjúkan kann føra við sær.
Virkin í frítíðini
Altíð hevur Annika havt ta lívsfilosfi, at sjúkan ikki skal stýra lívinum. Eitt nú dámdi henni ítrótt og at dansa. Men tað fær hon ikki longur.
? Tá ið eg ikki kann gera tað uppá ein máta, má eg bara finna ein annan, sigur hon. Hon fortelur, at í summar kemur familjan hjá henni saman, og tá er meiningin at fara í Ambadal við Gjógv. Tá hon hoyrdi um tað, helt hon tað verða ómøguligt at fara við, men so helt hon, at hon kundi leiga eitt ross so tað varð møguligt.
Eisini hevur og er hon enn virkin í fleiri nevndum. Eitt nú sat hon í nevndini hjá EB í fleiri ár. Nú situr hon í nevndini hjá Føroya Sklerosufelag. Onkra fríløtuna nýtir hon eisini til postalínmáling.
- Fyri meg er tað ótrúliga umráðandi at vera virkin í samfelagnum og koma ímillum fólk, fyri ikki at tankarnir skulu fara inneftir. Men tað má eisini vera pláss fyri at verða einsamøll viðhvørt og vera kedd. Ein noyðist at síggja sjúkuna í eyguni. Konfrontatiónin styrkir meg at koma víðari, heldur hon.
Men frítíðin er meir enn bara frítíðarítriv, húsið skal eisini haldast, matur gerast hvønn dag, umframt at vaska og rudda.
? Har eri eg so heppin at hava ein mann og ein son, ið ikki ræðast hvørki ein dustsúgvara ella snóratræ, sigur hon og smílist. Eisini havi eg reingerðshjálp einaferð um vikuna. Men at gera mat klári eg sjálv.
Framtíðin
Sklerosa er ein sera álvarslig sjúka. Ein kann gerast avlamin, hon kann eisini steðga upp, ella um illa vil doyggja eftir stuttari tíð. Tí er hon ein ógvuliga deprimerandi sjúka, ein veit ikki um dagin ímorgin, men tað er nakað Annika ikki hugsar um. Hon roynir heldur at njóta nútíðina.
? Eg kann ongantíð planleggja nakað, og tí kann tað onkuntíð vera strævið at fáa dagin at ganga upp. Onkuntíð droymi eg, at eg eri frísk, men tá eg vakni er veruleikin aftur har. Eg vildi gjarna gjørt tey somu fysisku tingini sum onnur, eg eri jú sami persónur sum fyrr, men kroppurin vil ikki.
Annika heldur lívið vera ov dýrabart til at blaka burtur. Trupulleikar, sum kunnu loysast her og nú verða loystir, at útseta tingini er nakað hon er givin við.
???????
FAKTA
Disseminerret sklerosa: Er ein varandi sjúka í meginnervalagnum. Orsøkin til sjúkuna er ókend. Sjúkueyðkennini eru m.a. sjónarórógv, lammilsi, kensluórógvan og talutrupulleikar. Sjúkan er spakuliga frameftirgangandi (versnar) við tíðarbilum við afturmenning. Sjúkan kann ikki lekjast, men sjúklingar kunnu fáa bata við venjing og aðrari fysiurgiskari viðgerð.
Hon rakar bæði menn og kvinnur í aldrinum 25?45 ár, tó oftast kvinnur
Umleið 40 føroyingar hava sklerosu.