Løgtingið samtykti í 1999 at seta sjúklingatrygginarlógina, sum er ríkislóg, í gildi í Føroyum. Henda lóg skuldi tryggja sjúklingum endurgjald og gera tað møguligt hjá sjúklingum at fáa viðhald í málum um viðgerðarfeilir uttan at fara ígjøgnum long rættarmál.
Men fyri at sjúklingatryggingarlógin kundi koma í gildi, skuldi ein lóg um endurgjaldsábyrgd eisini samtykkjast. Men nú skjótt 10 ár seinni er henda lóg framvegis ikki samtykt.
- Lógin um endurgjaldsábyrgd var klár at leggja fyri tingið í heyst, og ætlanin var, at hon skuldi koma í gildi tann 1. januar 2008, sigur Jacob Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismaður í innlendismálum, sum hevði ábyrgd at fáa lógina í tingið.
Men lógin um endurgjaldsábyrgd kom ongantíð á ting, og kom tí heldur ikki í gildi 1. januar í ár. Sjúklingar í føroyska heilsuverkinum hava tí framvegis ikki somu trygd sum sjúklingar aðrastaðni í ríkinum.
Fleiri ráð og fleiri lógir
Jacob Vestergaard sigur, at tá hann hoyrdi um lógina stutt eftir, at hann varð settur sum landsstýrismaður, fór hann beinanvegin í gongd við at fáa hana dagførda.
- Danska lógin var broytt fleiri ferðir, síðani hon varð samtykt, og vit máttu tí fáa eina dagførda lóg. Tíðliga í heyst var hon klár at leggja fyri tingið, men so var eitt ynski um, at vanlukkutryggingarlógin skuldi leggjast fram samstundis, og tí kom hon aftur í drag, sigur Jacob Vestergaard.
Endurgjaldslógin var í tinginum bæði í 2001 og 2003, men fall í báðum førum burtur orskað av vali, og tí tingsetan endaði. Hesuferð kom hon ikki í tingið, men Jacob Vestergaard sigur, at lógin er púra klár at leggja fram, og hann væntar, at komandi landsstýri fer at raðfesta hetta.
Lógin skifti ráðharra
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, sigur, at tá
landsstýrið varð skipað í 2004, lá arbeiðsskaðatrygging undir hansara málsøki.
- Vit fóru tí beinanvegin í gongd við at gera lógaruppskotið, sum longu tá hevði verið ávegis í seks ár, liðugt. Í desember 2005 avleveraðu vit so eitt liðugt lógaruppskot til landsstýrismannin í vinnumálum, sum frá 1.1.2006 skuldi hava ábyrgdina av hesum málsøki.
Men Vinnumálaráðið valdi at fara í gongd við málið av nýggjum, aftur út til hoyringar, sum so aftur vóru innarbeiddar í lógaruppskotið.
Lógin klár men ikki samtykt
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur, at Tryggingareftirlitið staðfesti, at lógin ikki kundi samtykkjast, sum hon var.
- Í heyst var lógin endiliga klár, men vit drógu á bæði borð, um hon kundi leggjast fram, tí lógin var so stór og umfatandi.
Landsstýrismaðurin valdi ikki at leggja lógina fram, og tí var hon heldur ikki løgd fyri samgonguflokkarnar til politiska viðgerð.
- Men hon er komin so langt, at hon er skjót at samtykkja hjá einum komandi landsstýri, sigur Bjarni Djurholm.
Í fyribils hoyringunum, søgdu Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin seg taka undir við uppskotinum, meðan Fólkaflokkurin vildi bíða við sínari tilsøgn, til allar hoyringar vóru liðnar.
Um lógin um endurgjaldsábyrgd fær somu lagnu í einum komandi landsstýri, fer tíðin at vísa. Í hesari setuni endaði hon sum valtrøll.