A. Guttormur Djurhuus
At eitt prus kann taka ilt fyri seg vita vit øll. Vit vita eisini øll at eitt sár hevur bestu møguleikar at lekjast, um tað verður hildið reint. Um umhvørvið er lívsørt, er eingin vandi fyri smittu uttanífrá og møguleikarnir fyri grøðing teir bestu.Tað varð einaferð hildið, at vandin fyri smittu var av ongum ella lítlum týdningi. Tók ilt fyri seg kundi brunin lættliga berjast niður við antibiotika. Men sum árini liðu gjørdist fleiri og fleiri bakteriur mótstøðuførar móti antibiotika. Tær gjørdist resistentar. Ikki bert resistentar, men multiresistentar. Tað merkir at tær gjrødust resistentar ímóti fleiri ymiskum sløgum av antibiotika.
Í dag eru trupulleikarnir stórir av smittu, sum stendst av multiresistentum bakterium. Serliga eru trupulleikarnir stórir á sjúkrahúsum, og hevur trupulleikin tískil fingið navnið sjúkrahúsjúkan, hóast tað ikki er nøkur sjúka. Besta amboðið at berja niður vandan fyri smittu av multiresistentum bakterium er reinføri.
At reinføri fyribyrgir smittu, vísti ungarin Ignaz Semmelveis longu í 1843. Føðideildin á sjúkrahúsinum í Wien, har hann arbeiddi, var býtt sundur í tvey. Á aðrari deildini starvaðust ljósmøður og á hinari læknakandidatar. Á ljósmøðursíuni var deyðstíttleikin áleið 3 %, men á læknasíðuni millum 10 og 30 %. Semmelveis legði til merkis at læknakandidatarnir kundu fara frá líkskuri til føðihjálp, uttan at vaska hendurnar. Aftaná kravboð um at hendurnar skuldu vaskast í klorvatni aftaná líkskur og tá farið varð frá einari barnakonu til aðra, fall deyðstíttleikin niður á 1,3 %. Sum ikki eina ferð noktaði akademiska verðin at boyggja seg fyri veruleikanum og varð Semmelweis rikin úr Wien og heim aftur til Ungarn. Har gjørdist hann tó professari og fekk trýst ígjøgnum at føðideildirnar vórðu reformeraðar.
Eitt gjøgnumført reinføri, frá umhvørvi til sjúkling, hevur víst seg at vera besta fyribyrgingin móti sjúkrahússjúku. Og her hava vaskikonurnar, menn eru helst ónýtiligir til hetta krevjandi arbeið, týdning-armiklan leiklut. Skúribust, soda, klorvatn og grønsápa, saman við dugnaligum vaskikonum, hevur víst seg at vera besta amboðið móti hesu herviligu ígerð.
Meg minnist eina ferð, tá eg sum ungur maður ar-beiddi á eini kanningarstovu, ið royndi at menna nýggjan heilivág, at nú kuldi sparast. Og sjálvandi skuldi sparast frá í neðra av. Vaskikonurnar skuldu skerjast. Tá reistist kanningarstjórin Bo Lam, sum seinni gjørdist professari, og segði at um skerjast skuldi átti tað at vera frá toppinum av og ikki frá í neðra av. Lutvís gingu fleiri vaskikonur í løn ímóti einum akademikara og lutvís vóru dugnaligar vaskikonur ringari at fáa fatur á enn dugnaligum akademikarum. Tær fann tú ikki undir hvørjum steini! Og so varð.
Tá sparast skal á Landssjúkrahúsinum er tað altíð í niðara enda at skorið verður. Tað er teimum lægst løntu at farið verður eftir. Næstu ferð skert verður, roynið tá at skera av í ovara enda. Koyrið nakrar stjórar heim og kanska nakrar yvirlæknar við teimum. Tað munar nógv betur og nervar ikki sjúklingarnar. Ikki er lang síðani at einsamallur dani stjórnaði øllum sjúkrahúsinum uttan stórvegis trupuleikar, so óneyðugt skuldi veri við einum riðili av stjórum.