Sjúkrarøktarfrøðingar kæra ikki

Tað er nú greitt, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fara ikki at kæra dómin í málinum móti Sands kommunu og Økistænastuni fyri Sandoyar sýslu.

Tað var hin 3. mai í ár, at dómur fall í Føroya rætti í málinum, har Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar stevndu Sands kommunu og Økistænastuni fyri Sandoyar sýslu eftir uppsagnarløn til leiðaran fyri tilhaldið, Hugnan.

 

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar kravdi uppsagnarløn í seks mánaðir.

 

Sands kommuna kravdi hinvegin frídøming ímóti at rinda 27.000 krónur, sum var peningurin fyri frítíðarløn fyri 2015 og lønarmun í uppsagnartíðini millum gamla starvið og nýggja starvið í Økistænastuni.

 

Økistænastan fyri Sandoyar sýslu kravdi frídøming. Sagdi dómurin gekk Sands kommunu og Økistænastuni á møti, og skal Sands kommuna gjalda tær 27.000 krónurnar, meðan Økistænastan einki skal gjalda.

 

Dómurin álegði Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar at gjalda sakarmálskostnaðin, 20.000 krónur til Sands kommunu og 20.000 krónur til Økistænastuna fyri Sandoyar sýslu.

 

Í dag er greitt, at dómurin í Føroya Rætti verður endaligur, tí Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur nú boðað Sands kommunu frá, at dómurin verður ikki kærdur til hægri rætt.