Sjúkrasystir beindi fyri

Niðurlendsku myndugleikarnir hava ákært eina kanadiska sjúkrasystir fyri at hava beint fyri 14 sjúklingum á fýra sjúkrahúsum í Niðurlondum

Niðurlond
Árni Joensen

Mikudagin gjørdu myndugleikarnir í Niðurlondum av at ákæra ta 40 ára gomlu Lucy Isabellu Quirina de Berk fyri at hava beint fyri 14 sjúklingum. Sambært ákæruritinum var tann yngsti sjúklingurin eitt fimm mánaðar gamalt smábarn, og tann elsti var ein 91 ára gomul kvinna.
Sjálv hevur sjúkrasystirin víst ákæruni aftur. Hon hevur sitið í fongsli síðani í desember í fjør. Fyri tveimum mánaðum síðani avgjørdi ein dómstólur, at hon skal verða sitandi í fongslinum, og tann 17. juni byrjar rættarmálið ímóti henni.
Niðurlendsku myndugleikarnir hava í sambandi við málið kannað líkini av trimum av teimum 14 sjúklingunum, og í niðurstøðuni siga myndugleikarnir seg hava staðfest, at talan var um beinleiðis dráp og ikki samvitskudráp.
Árini frá 1995 til 2001 arbeiddi tann kanadiska sjúkrasystirin á fýra ymsum sjúkrahúsum í Niðurlondum. Hon byrjaði á einum sjúkrahúsi í Scheveningen og arbeiddi seinni á trimum sjúkrahúsum í Haag. Sambært niðurlendska ákæruvaldinum beindi hon fyri tí fyrsta sjúklinginum í 1997.
Ákæruvaldið vil vera við, at Lucy Isabella Quirina de Berk hevur fleiri ferðir roynt at taka lívið av sær.