Sjáldan kemur fluga. . .

Mánadagin komandi hevði Jørgen-Frantz Jacobsen verið 99 ár. Og í heyst vóru 60 ár liðin síðani skaldsøga hansara ?Barbara? kom út. Á føðingardegnum kemur bókin ?Den yderste kyst - og andre essays? út í Danmark við tekstum eftir Jørgen-Frantz Jacobsen. Jógvan Isaksen, bókmentafrøðingur, hevur lagt til rættis og skrivað eftirmæli

William Heinesen fortelur einastaðni, at sótu hann og Jørgen-Frantz Jacobsen og fingu sær øl onkustaðni í Keypmannahavn, so fegnaðist Jørgen-Frantz stórliga, um ein fluga settist á ølglasið. Hann plagdi tá at bera fram orðatakið ?Sjáldan kemur fluga í feiga manna fat?. Men Jørgen-Frantz Jacobsen var feigur, tá ið hann skrivaði ?Barbaru? ella ?Barbu og harra Pál?, sum hon eitur í týðingini hjá Christiani Matras. Longu í 1922 gjørdu tuberklarnir vart við seg, og í tríati árunum gjørdu teir so mikið um seg, at alt arbeiði var ein kapprenning við deyðan. Tá ið høvundurin andaðist í mars 1938, hevði hann ikki fullkomiliga útint ta ætlan, hann hevði havt við skaldsøguni.

Tað má sigast at vera ein guds lukka, at handritið til ?Barbaru? er til í heilum líki, tí Jørgen-Frantz sendi tað til nógv vinfólk at meta um. Sama heyst, sum Jørgen-Frantz Jacobsen andaðist á vári, fór Christian Matras á Gyldendals forlag við handritinum, men synd er at siga, at ráðgevin Poul la Cour var ovurfegin, hóast hann eisini helt ymiskt gott vera í skaldsøguni. Ein atfinning var, at bókin var ikki nýskapandi, ein onnur - og kanska tann týdningarmiklasta - var, at bókin var ikki liðug.

Nú verður handritið sent Williami Heinesen, sum tettar nøkur glopp og skrivar alt inn á maskinu. Í eini samrøðu vil hann vera við, at tað var júst tí at handritið var so ringt at lesa - tað var á tremur av útstrikingum og uppískoytum - at Gyldendal hevði víst tað frá sær. William varð eisini biðin um at gera ein enda, men tað sýtti hann.

Tað rættaða og innskrivaða handritið varð nú sent Gyldendal, og nú er viðvent í holuni. Aftur hesa ferð er tað Poul la Cour, og nú er hann sera væl nøgdur við avrikið. Viðvíkjandi titlinum, so hevði Jørgen-Frantz Jacobsen eitt skifti í hyggju at geva skaldsøguni heitið ?Far, verøld, far væl?, eftir sálminum hjá Thomas Kingo, sum hevur so stóran leiklut í bókini. Men sambært William Heinesen helt hann, at ?hesin tittulin var ov átrokandi, ov langtandi?. Í brævaskiftinum sínámillum kallaðu Jørgen-Frantz og William aloftast bókina fyri Barbaru ella Barbaru-bókina, so tað var rættiliga líkatil at navngeva skaldsøguna.

Tað var altso nóg mikið, sum royndi at seta fót fyri bæði skriving og útgávu. Men so skuldi ein hildið, at tann stórfingna móttøka hon fekk av lesarum og ummælarum hevði tryggjað henni sess í bæði donskum og føroyskum bókmentum? Hjá lesarunum: ja. Hon er prentað og uppafturprentað í mongum hundraðtúsund eintøkum um allan heim. ?Barbara? kom út tann 6. september 1939 og fekk eina framúr móttøku frá bæði ummælarum og lesarum. Útgávumánaðin bleiv hon prentað í 4 ferðir 2000 eintøkum, restina av árinum í 3 ferðir 4000 eintøkum, og bara á donskum er hon komin í væl omanfyri 200.000 eintøkum. Sostatt er ?Barbara? ein av mest seldu skaldsøgum í Danmark yvirhøvur.

Hjá bókmentafólki: nei. Í bókmentasøgum verður hon bara nevnd, verður vird einar tvær reglur og so ikki meira. Danska bókmentasøgan í níggju bindum, sum Gyldendal gav út, ber av við hesi burturkveistran: ?Hansara einasta skaldsøga Barbara, ein søgulig kærleiksøga, var ein bestseljari?.

W. Glyn Jones ger í eini grein í tíðarritinum Scandinavia vart við hetta fyribrigdi: ?Hóast hon er heimsgitin (hon er týdd til næstan tjúgu mál), so er tað kortini eins og Barbara nú elvir til trupulleikar millum bókmentafólk, sum um teir ikki rættiliga vita, hvat teir skulu siga um hana?.

Glyn Jones vil vera við, at ein av orsøkunum er, at lesararnir hava krøkt seg fastar í tittulin og ikki geva tí gætur, at hann av fyrstan tíð var ?Far verøld, far væl?. Tískil smokkar helvtin av tematikkinum burturímillum.

Hóast Jógvan Isaksen heldur, at Glyn Jones undirmetir bókmentafólk, tá ið hann vil vera við, at tittulin einsamallur skal hava beitt hesi á skeiva kós, so er hann samdur við honum í tí, at tað er merkisvert, at tað er skrivað so lítið um eina so nógv lisna og umhildna bók.

Jørgen-Frantz Jacobsen skrivaði alt sítt lív. Frá 1925 til 1937 skrivaði hann eina røð av kronikkum í Politiken, og teir alraflestu snúgva seg um føroysk viðurskiftir. Somuleiðis gav hann í 1927 út bókina ?Danmark og Færøerne?, sum er eitt framúr íkast til kjakið um viðurskiftini ímillum londini bæði. Í tjúgunum gjørdist hann leysur medarbeiðari á Politiken, og frá 1932 til 1934 arbeiddi hann fast fyri blaðið. Men alla tíðina forðaðu nýggj herðindi av herviligu sjúkuni, at hann fekk avrikað tað, hann fegin vildi. Í 1934, meðan hann lá á Vejlefjord Sanatorium, fór hann undir skaldsøguna ?Barbaru?.


Brot úr fyrsta kapitli í bókini ?Á verðin, verðin? eftir Jógvan Isaksen, ið nágreiniliga viðger skaldsøguna ?Barbaru?.

Lagt til rættis Turið Kjølbro