Prísurin á toski á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya hevur sjáldan verið hægri, enn hann var á søluni í morgun.
Tað vóru serliga toskur og hýsa, sum vóru á uppboðssølu í morgun, umleið 25 tons av toski og umleið 13 tons av hýsu.
Besti miðalprísur á toski var 24,57, sum var fyri stívliga 2,5 tons av toski 1. Toskur 2 og toskur 3 fingu miðalprísin 22,44 og 20,82 krónur fyri kilo.
Besti miðalprísur á hýsu var 16,08, sum var fyri sløk 850 kilo av hýsu 1. Stívliga 10,6 tons var av hýsu 2, og her var miðalprísurin 14,90 krónur fyri kilo.
Á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya í morgun var eisini nakað av upsa, brosmu, longu svartkalva og reyðsprøku, harav serliga svartkalvin lyftir undir samanlagda miðalprísin.
Tey tilsamans 60,1 tonsini, sum vórðu seld í morgun, fóru fyri stívliga 1,1 miljón krónur, sum gevur ein samanlagdan miðalprís fyri øll fiskasløgini á 19,55 krónur fyri kilo.