Sjáldsamur javnleikur

Oddurin í fótbóltslandskappingini var óbroyttur, eftir at B36 og HB fyri fyrstu ferð í mannaminni samdust um málleysan javnleik

Fótbóltur

Nógvar søgur kunnu helst skrivast um mongu grannauppgerðirnar, sum hava verið millum tey bæði stóru havnarfeløgini. Men eitt orð, sum neyvan framgongur í nakrari av hesum søgum er »málleyst«.
Men hetta orðið kann nú leggjast afturat orðalistanum, eftir at hvørgin av grannunum megnaði at skora sunnudagin.

Fáir møguleikar
Sæð í ljósinum av, hvussu liðini hava spælt seinastu tíðina, so var javnleikurin kanska ikki heilt óvæntaður. B36 hevur fyrst og fremst dúva upp á ein tryggan verjupart higartil í ár, har teir sera sjáldan hava lagt trýstið høgt uppi á mótstøðuhálvuni.
HB hevur kanska verið meira svingandi sum so, men í dystinum móti ÍF mikudagin funnu teir aftur á beint, soleiðis at kontra-spælið aftur var í hásætinum.
Tað tóktist eisini vera kontra-spælið, sum var mest frammarliga í huganum hjá HB sunnudagin. B36 hevði vindin undan fyri steðgin, og teir fingu eisini loyvi at koma langt niðan á vøllin, áðrenn nakar mótstøðumaður var í teimum.
Hetta kundi eisini givið vertunum góðar umstøður at føra bóltin róliga niðan eftir vøllinum, men tað var sjáldan, at hetta var tað, sum lág teimum fremst í huga. Heldur royndu teir ferð eftir ferð at fáa gongd á skjótt álopsspæl, har bólturin varð spældur beinleiðis frá bakkunum niðan á álopið. Ein taktikkur, sum fyri tað mesta hóvaði HB-verjuni væl, tó at tað onkra ferðina var um reppið, at veruligir møguleikar møguleikar spurdur burturúr. Millum annað var Óbi ta einu ferðina um reppið at reka seg púrasta leysan, og eina aðru ferð mundi Jóhannis Joensen kenna seg hepnan, tá dómarin var ein av teimum fáu í Gundadali, sum ikki sá, hvussu fast hann helt troyggjuni hjá kvika nigerianska áleyparanum.
Sæð burtur fra´hesum, so var tað at kalla bert eftir deyðbóltar, at vandastøður íkomu fyri HB-málinum.
Í hinum endanum var sum so ógvuliga lítið, sum hendi framman fyri B36-málinum. Eina ferð slapp Jákup á Borg heilt oman at baklinjuni, men hóast bólturin varð taklaður nakrar ferðir aftur og fram í brotsteiginum, so eydnaðist ongum at fáa veruligt skot á, og so var tann møguleikin burturi.

Fróði sum tryggur verjuskansi
Eftir steðgin vóru tað teir hjá HB, sum høvdu vindin undan, men fyri tað nógva eydnaðist teimum kortini ikki at vinna sær nær til sama trýst, sum B36 hevði havt undan steðginum.
Fremsta orsøkin til hetta mundu vera Mikkjal Thomassen og Ingi Højsted á B36-miðvøllinum, sum av fullum huga fóru heilhjartaðir inn í hvønn tann einasta nærdyst. Og tá HB so royndi seg við longum bóltum niðan móti B36-verjuni, rendu teir seg at kalla hvørja ferð inn í besta mannin á vøllinum hendan dagin. Fróði Benjaminsen hevði truplu uppgávuna at ansa Heine Fernandez í luftspælinum, og hendan uppgávan varð loyst til eitt reint 13-tal. Neyvan mundi Fróði tapa ein tann einasta nærdyst, og heldur ikki jørðini fingu teir hjá HB nakað sum helst burtur úr móti sterka miðvallaranum, sum nú spælir stoppari. Tacklingarnar sótu knallhart og klokkureint hvørja tí einastu ferð, og skuldi bólturin ruddast burtur, so varð hetta eisini gjørt.

Jákup kundi tikið alt
Tó at liðini ikki broyttu stórvegis um spælið, so gekk nógv meira fyri seg á miðvøllinum eftir steðgin. Kanska sum eitt úrslit av, at HB hevði munandi meira tol í sínum spæli, og tí B36 við vindinum ímóti ikki fekk trýst seg eins langt niðaneftir.
Eina langa løtu viðførdi hetta eisini, at spælið hjá serliga B36 kom at hanga betri saman. Nakrar ferðir var eisini um reppið, at teir fingu spælt seg fram til heilt góðar møguleikar, men nærri enn einum drønskoti úr 30 metrum frá Alex dos Santos og einum annuleraðum máli til Allan Mørkøre komu teir hvítu ikki. Heldur ikki, hóast Bergur Midjord fleiri ferðir hótti við at skræða vinstru síðu av HB-verjuni upp.
Serliga seinasta hálva tíman royndi HB at gardera seg við at halda nógv fólk aftan fyri bóltin. Tað var rár hending, at færri enn fimm HB leikarar vórðu standandi eftir í verjuni, tá teir reyð/svørtu leitaðu niðan eftir vøllinum.
Ætlanin var helst, at B36 í royndunum at skora skuldi flyta nógv fólk niðan í álopið, og tó at hvítu grannarnir ongantið satsaðu alt frameftir, so var tvær ferðir um reppið, at HB fekk skotið avgerandi málið. Fyrru ferðina tá Tór-Ingar rak einar 60 metrar við bóltin, áðrenn hann langaði bóltin framvið handara stólpa, og so kundi Jákup á Borg í 92. minutti avgjørt dystin, tá hann brádliga stóð púra leysur. Men flata skotið fór framvið nærmara stólpa, og so spurdist heldur einki burtur úr teirri royndini.

Trupulleikar í vinstru
Skal takast samanum dystin, so gav hesin helst greiðar ábendingar um, at B36 í løtuni er betra boðið upp á ein komandi meistara, um hetta bara skal avgerast millum havnarliðini.
Fyrst og fremst, so tóktist B36 í nógvar mátar at hava meira at bjóða upp á enn HB hendan dagin. Teir megnaðu at spæla meira varierað, teir vóru meira sannførandi í verjupartinum, og onkursvegna var eisini meira drive í árstalsfelagnum.
Hjá HB var tað fyrst og fremst verjuparturin, sum røkti sínar skyldur, og tó at hetta altíð er ein dygd, so er hetta ein partur av spælinum, sum als ikki hevur fungerað optimalt í ár. Nakað sum 12 »baklæns mål, segði norðmaðurin« í 9 dystum eisini bera boð um.
Men hartil, so hevur felagið eisini ein trupulleika í uppbyggjandi spælinum, har tað mest sum einvíst hevur verið spælt niðan í høgru. Ymsir møguleikar hava verið royndir í vinstra borði, og hesaferð varð Vagnur Mohr Mortensen so royndur á plássinum. Men fyri tað fyrsta er hann enn ikki í nóg góðar dystarvenjing, og í øðrum lagi er hann als ikki nakar kantspælari, og tí var tað tiltrongt, tá Flóvin Jespersen loysti hann av á hesum plássi.
Enn er tó alt í verðini ov tíðliga at taka nakað frá HB, tá tosast skal um FM-møguleikar. Enn eru bert tvey stig, sum skilja B36 frá hinum, og trý meistaraheitið á rað tala væl eisini sítt greiða mál um, at teir reyð/svørtu eru nóg drúgvir til at halda ferðini uppi í eitt langt og drúgt kappingarár.

Effektiva havnarliðið
Hjá B36 hava úrslitini í øllum førum higartil verið somikið góð, at liðið er á odda, og bara hetta í sjálvum sær er eisini nóg mikið til at seta liðið sum ? í løtuni ? fremsta FM-favorittin.
Í mun til eitt nú 1997 og 2001, tá B36 vóru meistarar, so er tað tó ikki spruttandi álopsfótbólturin, sum hevur verið vørumerkið hjá liðnum higartil í ár. Hinvegin eru 18 stig sum úrslit av 12 málum í níggju dystum eitt sjáldsamt úttrykk fyri effektivet og tætt verjuspæl, tó at nøkur framúr avrik frá landsliðsmálverjanum helst eisini káva útyvir nakað av hesum seinasta.
Kanska týdningarmest, so hevur liðið - sum úrslit av einum vaksandi sjálvsálitið - eisini havt tol til at halda fast í spælkonseptinum, har verjan sjáldan selur seg, men har álopini ístaðin verða bygd upp við longum sendingum niðan á framherjarnar. Trupulleikin í hesum er tó, at tað tá kann gerast sera strævið at opna verjur, sum leggja seg aftur at bíða, og hjá einum liði, sum er frammi í oddinum, verður talan heilt víst um fleiri dystir av tí slagnum.